Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v.: Jákup Baldvinsson og Johnny Hansen

Heimsins besti billard leikari í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.05.2019 - 11:09 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv

Um vikuskiftið vóru danskir billardleikarar á vitjan í Føroyum, og skipað varð fyri kapping millum donsku leikararnir úr B67 Herning og 16 føroyskar leikarar. Samlaða úrslitið bleiv ein tepur 17-15 sigur til danir.

Billardsamband Føroya og føroysku leikararnir eru sera fegnir um møgulleikan at spæla móti so sterkari mótstøðu, og hugsað verður sostatt ikki so nógv um úrslitið.

Arbeitt verður við at leggja eina ferð til Danmarkar til rættis í heyst, men nakað heilt ítøkiligt er ikki at greiða frá í løtuni.

Heimsins absolut besti billardleikari er Johnny Hansen úr Odense felagnum, Bristol, og úrmælingurin var við í ferðalagnum í Føroyum. Hann hevði billardundirvísing, umframt ein uppvísingardyst móti besta føroyska leikaranum,
Jákupi Baldvinssyni úr Fuglafirði. Í hesum dysti sást greitt, at evnini til vakra gentlemanspælið eru avbera góð. Spælt varð til 800, og uttan hóvasták knallaði Johnny eina seriu á heili 800 eygu á talvuna, og vann áðrenn Jákup kundi blunka. Var markið ikki 800, so spældi Johnny enn.

Evnaríki danin hevur í ár eitt púra ørt gjøgnumsnitt í donsku liðkappingini á heili 209. Til samanberingar liggja føroyskir toppspælarar vanliga á umleið 25-30 eygu í miðal.

Samanumtikið var tað eitt sera væleydnað billardvikuskyfti, og menn vóru samdir um, at teir á ein ella annan hátt skuldu hittast aftur til dyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…