Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráboðan um valevni til fólkatingsvalið 5. juni 2019

SKRIVAÐ: Fólkatingsvalnevndin  |  18.05.2019 - 18:32 Merkisdagar & Kunngerðir

Við  hesum  verður  mint  á,  at fráboðanir um uppstilling til  fólkatingsvalið 5. juni 2019 skulu vera forkvinnuni  í fólkatingsvalnevndini  í hendi í seinasta  lagi:

leygardagin 25. mai 2018 kl. 18.00

Gjøllari reglur um valevnisfráboðanir eru ásettar í §§ 25-31  í fólkatingsvallógini (bekendtgørelse af lov nr. 25 frá 9. januar 2019).

 

Í fólkatingsvallógini er m.a. ásett:

·      at fyri at stilla upp til fólkatingsvalið, skal viðkomandi antin stilla upp fyri ein flokk, sum við seinasta løgtingsval fekk umboðan á løgtingi og framvegis er umboðað har ella stilla upp uttanflokka.

·      at valevnið skal skriva undir fráboðanina.

·      at valevnið skal vera lýst við navni, føðingardegi, starvi og bústaði.

·      at um valevnið ikki ynskir at vera lýst við fullum navni á atkvøðuseðlinum, skal tað tilskilast hvussu navnið skal standa.

·      at ein veljari skal vera upplýstur við navni og bústaði, sum fólkatingsvalnevndin kann seta seg í samband við, um fráboðanin er ófullfíggjað.

·      at eitt valevni, sum ynskir at stilla upp fyri ein politiskan flokk, skal skila til hvønn flokk viðkomandi ynskir at stilla upp fyri.

·      at flokkurin eftirfylgjandi skal góðkenna valevnið, soleiðis at viðkomandi kann stilla upp fyri flokkin.

·      at fráboðanin skal innihalda upplýsingar um viðkomandi valevni ynskir at stilla upp uttanflokka. Í slíkum førum skal fráboðanin vera undirskrivað av í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 veljarum sum stillarum umframt at innihalda upplýsingar um navn, føðingardag, starv og bústað hjá stillarum.

·      at eitt valevni ikki kann stilla upp í Føroyum og aðra staðni í ríkinum samstundis.

·      at eitt valevni ikki kann stilla upp fyri fleiri flokkar ella fyri bæði flokk og uttanflokka samstundis.

·       at eingin kann vera stillari hjá fleiri valevnum.

 

Vegna fólkatingsvalnevndina

Malan Johansen forkvinna

c/o Landsbanki Føroyar

Kvíggjartún 1, 160 Argir malan@landsbankin.fo

+298 226225

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Lýsing