Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ fekk bank í Gundadali

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  19.05.2019 - 19:01 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Góða KÍ-byrjanin uppá kappingarárið fekk ein beint frammaná í Gundadali, tá verandi føroyameistarar vístu seg at vera alt ov sterkir fyri oddaliðið.

Í uppstillingunum var KÍ í eini bakketu á fýra leikarar, meðan Ísak Simonsen spældi á vinstra vongi. Hjá HB var Brynjar Hløðversson ikki við og HB byrjaði við Tróndi Jensen og Dan í Soylu sentralt á miðvøllinum, meðan Sebastian Pingel byrjaði i álopinum saman við Ari M. Olsen.

 

HB var effektivari í fyrra hálvleiki

Í fyrsta knappa hálva tíman gekk javnt á. HB hevði kanska bóltin meir, men í vandamiklum støðum, ið vóru nakrar, var javnt býtt ella kanska KÍ hevði munin. Men so kom eitt tíðarskeið sum vísti, at hetta KÍ-liðið hevur lágt botnstøðið og kann ''kollapsa'', meðan HB hevur dygdir til at sláa til, tá mest stendur á. Uppá eini 10 minuttir skoraði HB trý mál, harav tey bæði fyrstu uppá deyðbóltsstøður. KÍ fekk eitt mál áðrenn hálvleik til 3-1. Ein hálvleikur, har KÍ í málmøguleikum kanska hevði munin fram til HB skoraði, men so kom ein løta, har alt fór inn hjá HB. Samanlagt hevði HB munin í fyrra hálvleiki, men 3-1 var kanska eitt mál ov nógv í mun til dystargongd.

 

Klassamunur í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki fekk KÍ ein góðan møguleika at fáa spenning í, men eftir innlegg frá Boris Dosljak skeyt Patrik Johannesen beint á málverjan. Tá so eitt korter var farið av seinna hálvleiki fekk KÍ enn eitt ''kollaps'', og uppá nakrar minuttir kundi HB aftur havt skorað trý mál, tá KÍ-leikarar skiftust um at gera persónlig mistøk, men hesa løtuna brendu HB-leikararnir. Í 77. minutti bleiv dysturin endaliga avgjørdur, tá HB skoraði til 4-1. Eftir hetta kundi tað blivi enn størri munur. Í seinna hálvleiki var klassamunur á liðunum, og HB spældi við nógv størri yvirskoti, meðan KÍ-liðið ikki á gott út, tá liðið fór at satsa meir frameftir. Samanlagt yvir allar 90 minuttirnar var 4-1 helst ein røtt mynd av dystinum, tí í fyrra hálvleiki hevði HB munin, meðan HB var klassar betri í seinna hálvleiki.

 


Nógv skal broytast um tríggjar dagar

Longu um tríggjar dagar spæla somu lið aftur ein týdningarmiklan dyst, enn týdningarmiklari enn hesin, tí tá stendur eitt finalupláss uppá spæl. Hjá KÍ skal nógv broytast, um liðið skal í steypafinaluna. At Simen Sandmæl verður við aftur telur upp, men munurin millum HB og KÍ er at síggja til hendan dystin nógv størri enn bara ein leikari. HB hevur fingið sálarliga yvirtakið áðrenn dystin, meðan KÍ nú ikki hevur vunnið á HB síðani fyrsta umfar í 2018. Síðani tá wru fimm dystir leiktir millum liðini í lands- og steypakapping. Og endar tað ikki 0-0, so fær KÍ ikki brúkt javnleik mikukvøldið. Síðani er tað venjingarstøðan, sum fær týdning, tá tað er so tætt millum dystirnar og útfrá seinna hálvleiki í dag sá HB út til at hava meir orku enn KÍ, men har kann úrslitið eisini hava spælt eina ávirkan á, at tað kom at síggja soleiðis út. Fýra teir síðstu dystirnir í Klaksvík eru endaðir við javnleiki ella sigri á eitt mál til HB, so nógv bendur á ein javnari dyst mikukvøldið, enn máltalvan í dag vísti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund