Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Fair 2019 sett í gongd

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.05.2019 - 14:16 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Við 190 framsýnarum og hópin av útgerð, settu borgarstjórin, Jógvan Skorheim og løgmaður Aksel Johannesen Atlantic Fair stevnuna í gongd í morgun. Jógvan Skorheim bjóðaði vælkomin til gestirnar og teir lokalu við vælvaldum orðum um fiskivinnuhøvuðsstaðin í Føroyum, ímeðan Aksel V. Johannesen, løgmaður lýsti stevnuna at vera setta. Røðurnar hjá báðum síggjast live her á síðuni.

Við myndatólinum vóru vit eitt sindur runt í báðum høllunum og uttanfyri hallirnar. Atlantic Fair er nú vorið so stórt, at ikki var pláss fyri øllum inni í hallunum báðum, tí eru størstu tólini uttanfyri í góðveðrinum, og harafturat hevur verið neyðugt við einum telti afturat uttanfyri til umsitingina av stevnuni.

Nú vit hava gingið ígjøgnum nakrar standir, lata framsýnararnir væl at. Sagt verður at nógv viðkomandi vitjanir eru á stevnuni, so framsýnararnir hava úr at gera við at servisera møguligum viðskiftafólkum. 

Higartil hevur alt rigga væl og fyrireikararnir fáa rós frá teimum vit hava verið í samband við, so tað sær út til at hendan størsta handilsstevnan nakrantíð í Føroyum bara fer at vaksa. - Orsøkin til at vit siga tað er, at fleiri fyritøkur sum ætlaðu sær sluppu ikki við hesaferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund