Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vilja aftur byggja skip í Føroyum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.05.2019 - 21:17 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Teir báðir Frimodt Rasmussen og Sofus Gregersen frá KSS høvdu ein sera áhugaverdan fyrilestur á Alantic Fair í dag. Fyrilesturin snúði seg um, aftur at byggja skip í Føroyum. Teir báðir vóru ikki í iva um, at vit kundu gerast kappingarførir um so var at tað almenna tók stuðulskappingina upp við londini kring um aftur. Ført var fram, at um ein reiðari kontraktar eitt skip fyri 100 miliónir frá føroyskari skipasmiðju, so fær hann 8 milj. í stuðuli. Skrivar hann undir sama sáttála við eitt nú spanska skipasmiðju, so fær hann har aftur í móti tað dupulta í stuðuli.

Eisini bleiv grundgivið við, at um vit ikki taka kappingina upp, so missa vit meira fyri minni, tí tað eru so nógv ymisk sløg av handverksfeløgum sum kunnu gera seg galdandi og mennast innan skipabygging at hetta kann gerast stór inntøka fyri land og kommunur.

Skipasmiðjurnar í Føroyum eru kappingarførar, tað er ikki har knúturin liggur.

Annars var nógv ymiskt forvitnisligt at síggja á Atlantic Fair í dag. Sum eitt klípi kann nevnast, at okkara framúr Kokkur Gutti hevði framleitt pylsur úr gullaksafarsi á standinum hjá Petur Larsen, vit royndu tær og sera væl smakkaði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…