Lýsing

Norðatlantiska húsið í Odense riggar til

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  22.05.2019 - 20:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag eru nógvar fyrireikingar í Norðatlantiska húsinum í Odense – vinarbýi Klaksvíkar, tí í morgin koma hópin av føroyskum sluppum og sluppungum, sum leggja at beint við húsið.

Tá leggur ein prýðiligur floti at við bryggjuna beint frammanfyri Norðatlantiska húsið, har føroyingar, íslendingar og grønlendingar halda til. Norðatlantiska húsið er eisini eitt mentanarhús, sum skipar fyri ymsum framsýningum, tónleiki og framløgum av ymsum slag – umframt at ein góð og kend matstova er har.

Í dag hava Øssur Mohr og Amariel Norðoy hongt eina listaframsýning upp í stóra salinum í Norðatlantiska húsinum, sum borgarstjórin í Klaksík setur í morgin kl. 15.30.

Eisini hevur Birgi Enni í samráð við kokkarnar í húsinum avrátt borðseðilin til í morgin, har ein stórur døgurði er fyri innboðnum. Til høvið skal Birgir seta saman eina ”fisksbutett” úr fiskaúrdrátti frá Kósini í Klaksvík og Bakkafrost.

Kl. 16.30 í morgin og fríggjadagin er eitt tiltak í Norðatlantiska húsinum í Odense, kallað Klaksvík í fokus, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim greiðir frá ymsum úr Klaksvík, bú-, lestrar- og arbeiðsmøguleikar í Klaksvík. Við er eisini BankNordik, sum kunnar um teirra virksemi í Danmark.

Skipini, sum eru við í Flaggsiglingini 2019 til Danmarkar í hesum døgum, og sum leggja at í Odense, eru Johanna, Westward Ho, Dragin, Tórshavn, Norðlýsið, Heimdal og Norðan. Tey  leggja at bryggju í mogrin, hósdagin kl. 18.

Skipað er fyri stórari móttøku á kaini við røðum og tónleiki, tá ið skipini leggja at. Og síðani verður eisini “Opið skip” og kunning av ymskum slag umborð á skipunum.

Næsti steðgur hjá skipafylginum er Århus, har kunningarátak verður mánadagin 27. og týsdagin 28. mai á kaiini niðanfyri Dokk 1 og eisini inni í Dokk 1.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Eystanstevnan
Stórir samfelagsligir fyrimunir við einu…
Tema um samstarv
Darius Lewis bjóðar seg eisini fram
Livir í huga nú minnið um góðan mann
Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summars…
Brúdleyp - Bjørg og Tummas Jóhan
KÍ genturnar vunnu steyp
Himmalbrævið
Kirkjan fullsett
Tyrlan eftir kajakk-rógvara
Bera útlendingar ikki brek?
KÍ styrkti um oddasessin
Spennandi dagur í Svínoy í dag
Ringa støðan á Sandoy Seafood
Hevur Javnaðar­flokku­rin broytt kós?
Gerhard biður um fund við Høgna Hoydal u…