Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan á Lakjuni stillar upp til fólkatings- og løgtingsval

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.05.2019 - 07:54 Politikkur Tíðindaskriv

Jógvan á Lakjuni, fólkafloksmaður úr Fuglafirði, ætlar enn einaferð at stilla upp, bæði til Fólkatingið og til Løgtingið.

Spurdur, hvat fær hann at biðja um veljarans álit einaferð enn, sigur Jógvan, at tað ongantíð sum nú er brúk fyri borgarligum røddum, sum vilja standa á varðhaldi og verja okkara kæra móðurland og siðaarv okkara ímóti tí samfelagsskaðiliga, sosialistiska og mentanarkollveltandi politikki, sum sitandi samgonga hevur staðið fyri.

”Tað ger ikki tað sama, hvønn tú velur”! minnir Jógvan føroyingar á.

Jógvan sigur, at tað ongantíð í hansara tíð hevur verið so lítið skil í føroyskum politikki. Hann vísir á hurlivasan í samgonguni á nærum øllum økjum og ikki minst í sambandi við fiskivinnupolitikkin. Okkara sjómenn og okkara dugnaligu vinnulívs- og undangongufólk hava betur uppiborið enn tað, sum núverandi stýri hevur boðið teimum.

Her má broyting koma í! Og tí er neyðugt, at fólk fara á val og geva núverandi samgongu-politikarum durafjórðingin – bæði á Fólkatingi og á Løgtingi.

Jógvan sigur annars, at størsta vanlukka, sum er hend hetta valskeiðið, er, at tað skuldi eydnast nøkrum fáum einstaklingum at fáa ein meiriluta í Løgtinginum at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at tvey av sama kyni nú kunnu giftast í Føroyum. – Hetta hevur longu fingið og fer frameftir at fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkara eftirkomarar!

Jógvan hevur hetta valskeiðið serliga staðið á odda í bardaganum ímóti lgbt-politikkinum hjá Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum – eini kynsneutralari ideologi, sum í fyrsta lagi hevði við sær, at hjúnabandið varð gjørt kynsneutralt.

”Tjóðveldi, sum jú fyrst og fremst er ein vinstrasosialistiskur flokkur, og Framsókn hevði eg ikki væntað mær nakað av”, sigur Jógvan. ”Men at ein samdur Javnaðarflokkur við sjálvum løgmanni og landsstýriskvinnuni í kirkjumálum á odda skuldi fara so langt sum at lóggeva inn í kirkjuna, soleiðis at bispur mátti steðga allari signing av borgarliga giftum, tað hevði eg ikki roknað við!”

Jógvan minnir okkum eisini á, at Høgni Hoydal á tingsins røðarapalli høgt og heilagt lovaði, at tá ið hann kom til valdið, so fór Tjóðveldi at praktisera tað, at um bara ein triðingur av løgtinginum vildi hava eitt mál til fólkaatkvøðu, líkamikið hvat málið var, so fór hann at taka undir við tí.

Sekstan av teimum 33 tingmonnunum bóðu um at fáa hjúnabandslógina til fólkaatkvøðu, men øll tjóðveldistingfólkini saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn atkvøddu ímóti! – Kann nakar hava álit á slíkum fólkum?

Í tinginum liggur nú eitt mál um juridiskt kynsskifti frá Sonju Jógvansdóttir, sum skal stilla upp fyri Tjóðveldi. Hetta verður uttan iva tað næsta, tey fara at berjast fyri – at fólk sjálv skulu avgera, hvat kyn tey eru. So galið er vorðið í føroyskum politikki í dag!

Jógvan er stoltur av at kunna siga, at allur Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti at gera hjúnabandslógina kynsneutrala, og at broytingin í hjúnabandslógini hevði ikki verið gjørd, um Fólkaflokkurin var í samgongu! – Vit vilja verja okkara siðaarv!

Minnist til, kæru landsmenn: ”Tað ger ikki tað sama, hvønn tit velja!” sigur Jógvan á Lakjuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur