Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin aftur á Fólkating

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen, valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið  |  25.05.2019 - 13:25 Politikkur Tíðindaskriv

Eg ynski sambandsumboðan aftur á Fólkating

Sum sambandsmaður og virkin á politiska pallinum, so er tað fyri mær púra sjálvsagt, at eg stilli upp til fólkatingsvalið, sum verður 5. juni í ár. Eg ynski at gera mítt besta, soleiðis at vit fáa sambandsumboðan niður aftur á Fólkating, tí einki er meiri náttúrligt enn tað, at Sambandsflokkurin hevur umboðan á Fólkatingi. Tað er ónáttúrligt, at flokkar, sum  ynskja ríkisfelagsskapin har, sum piparið grør, skulu virka á Fólkatingi.

 

Eg ynski at útvikla og ikki avvikla ríkisfelagsskapin

Eingin ivi skal vera um, at Sambandsflokkurin er einasti veruligi sambandsflokkur í Føroyum. Sambandsflokkurin ynskir ikki bara at varðveita, men sanniliga eisini at útvikla ríkisfelagsskapin – ríkisfelagsskapin, sum gevur okkum føroyingum so ótrúliga nógvar og góðar møguleikar.

Henda ríkisfelagsskap ynski eg at verja um, útvikla og av fullum huga  virka fyri soleiðis, at hann altíð passar væl til okkara nútíðarsamfelag. Í hesum arbeiði stendur Sambandsflokkurin rættiliga einsamallur, tí hinir politisku flokkarnir vilja í veruleikanum avvikla ríkisfelagsskapin - nakrir skjótari enn aðrir.

 

Eg ynski at arbeiða konstruktivt og semjusøkjandi

Einsamallur í politikki megnar tú einki – tú kemur ongan veg. Sambandsflokkurin vil við sínum hóvliga, avbalanseraða og ríkisskapsvinarliga politikki, altíð arbeiða konstruktivt og semjusøkjandi við allar partar í Fólkatinginum. Slíkur arbeiðsháttur er vegurin fram, og hesum arbeiðshátti taki eg fult og heilt undir við. Seinastu fýra árini hava vit lítið, fyri ikki at siga einki, sæð til konstruktivan og semjusøkjandi politikk á Christiansborg – frá føroyskari síðu væl at merkja. Tað er upp á hægstu tíð, at Sambandsflokkurin sleppir aftur til arbeiðis á Christiansborg at arbeiða við og fyri øllum, sum tænir Føroya fólki best.

Ein atkvøða til Sambandsflokkin – hon fer væl!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5