Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sonja Jógvansdóttir fekk 1.021 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í 2015 og Torbjørn Jacobsen heldur, at hon nú er munurin á súksé og fiasko hjá Tjóðveldisflokkinum í mun til Fólkatingsvalið 5. juni | Mynd: Frá facebook vanganum hjá Torbjørn Jacobsen

Sonja kann bjarga Tjóðveldisflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2019 - 13:35 Politikkur Tíðindi

Torbjørn Jacobsen er bersøgin á sínum facebook vanga og heitir á formannin Høgna Hoydal at fáa Sonju Jógvansdóttir á listan undan evstamarkinum kl. 18 í dag

Torbjørn Jacobsen skrivaði soleiðis á sínum facebookvanga um middagsleiti:

 

Klokkan 18 í kvøld er seinasta freist at lata valnevndini listarnir við valevnum til fólkatingsvalið danska grundlógardagin. Um 6 tímar.

Seinasta veljarakanningin staðfestir einaferð enn, at stórur munur er á løgtingsvali og vali til Danatings. Hitt fyrra er í størri mun eitt politiskt val, meðan hetta seinra í stóran mun er eitt persónsval, helst tí at bert tveir sessir eru at velja umboð í, og søgan sigur okkum, at formenninir og sitandi og kanska fyrrverandi fólkatingsmenn súgva dastið at atkvøðunum upp í seg.

Sambandsflokkurin ætlar at vaska eyðmýkingina av sær, táið Edmund fall á valinum seinast, og eftir øllum at døma hevur flokkurin rakt ta íhaldnu veljarasálina í solar plexus hesaferð, nú flokkurin gongur fram við 5,3%´um upp á 28,8%. Tí verður Sambandsflokkurin ikki tikin hesaferð við fyrstvalda manninum, sum verður annaðhvørt Edmund ella Kaj Leo.

Hevði roknað við, at Fólkaflokkurin fór at standa stinnari í hesi veljarakanningini, men í fyrstu atløgu er hansara trupulleiki, at hann var fullkomuliga óvirkin, táið hann hevði umboðan seinast, og tað, at flokkurin ikki boðar alment frá, hvør ið er toppkandidatur til hetta valið, ger, at Fólkaflokkurin fer at hava ilt við at røkka eina sessinum. Jørgen má út beinanvegin og boða frá, um hann - sjálvur - er høvuðsvalevnið - ella onkur annar. Annars verður tað trupult at sleipa seg frá 18,6%´um upp á 24,3% - í eina góða viku.

Sjúrður Skaale er dystin lærdur í valstríði. Hann veit hvørjar knøttar hann skal trýsta á, og hann stjórnar hesum øllum við harðari hond. Chefdomptørur par exxelance. Tí liggur hann væl í svinginum í kanningini. Harumframt er tað ein vinningur fyri Javnaðarflokkin, at stillað verður upp við einum løgmanni og einum virkandi fólkatingsmanni. Tveimum høvuðsvalevnum. Partroling.

Tjóðveldisflokkurin hevur eisini tvey høvuðsvalevni - varaløgmann og virkandi vikar hansara á Danatingi, men at liggja á einum triðja plássi, 2,7% aftanfyri no. 2, Javnaðarflokkin, er ein trupulleiki. Ein orsøk er heilt víst, at uppstillingin í Norðoyggjum og í Eysturoy er alt ov veik, ikki tí at kandidatarnir eru ov veikir, men at stilla tvey fólk upp í einum øki, har sum 18 túsund fólk búgva av 51 túsund, tað gevur baksláttur, og kann fara at vera orsøkin til, at flokkurin missir fólkatingsmannin á danska grundlógardegnum í aðru viku.

Hvørji eru so ráðini, nú, seks tímar áðrenn valevnislistarnir skulu vera valnevndini í hendi?

Jú, at formaðurin leggur trýst á tingmannin Sonju Jógvansdóttir um at koma uppá listan. Tað kundi verið ein taktisk innskifting sum vil nakað, og tá kundi hon partvíst prógvað, at tað ikki bara er flokkurin, sum skal vera nakað fyri hana frameftir, men at hon eisini ætlar at vera nakað fyri flokkin - Tjóðveldisflokkin  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy