Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politikarar kappaðust í egningarskúrinum hjá Andru

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.05.2019 - 19:14 Politikkur Tíðindaskriv

Í gjár varð valskrá Javnaðarfloksins løgd fram í Spinnarínum í Klaksvík. Eftir framløguna fóru valevni floksins á vitjan í býnum. Byrjað varð á Tekniska skúla, og síðani varð farið í egningarskúrin hjá Andru Poulsen, sum eigur útróðrarbátin Stakkavík. Inni í skúrinum gjørdu Sjúrður Skaale og Henrik Old av at kappast um, hvør var skjótastur at rekja um. Og hvør vann so kappingina? 

- Ja, beiski sannleikin er, at Henrik náddi fleiri húkar innan somu tíð. Men sannleikin er eisini, at eg rendi meg í eina ordans kisu. Taka vit tað við, vil eg pástanda, at eg vann! Annars takk fyri allan blíðskap í Klaksvík, sigur Sjúrður Skaale. 

Eftir vitjanina í egningarskúrinum gekk leiðin á Klaksvíkar Sjúkrahús. Fleiri myndir frá degnum eru at finna her: https://www.facebook.com/Javnadarflokkurin1925/ 
Valskráin hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið er at finna her: http://www.j.fo/tiðindi-og-greinar/valskra-javnaðarfloksins-til-folkatingsvalið  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…