Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-EB/Streymur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.05.2019 - 07:16 Ítrottur Tíðindi

Bæði liðini skulu vaska tap av sær.

Tað eru tvey særd lið, sum møtast í Klaksvík í dag. KÍ hevur lagt rygg til tvey tap móti HB, meðan EB/Streymur seinasta umfar tapti heili 8-1 móti NSÍ. EB/Streymur hevur tó fyrr í ár víst, at liðið kann arga topp 6 liðini á útivølli. EB/Streymur vann 2-1 á Skála og fekk 1-1 javnleik í Norðragøtu móti Víkingi.

KÍ-liðið er nakað skert til dagsins dyst. Óli Ey. Poulsen er framvegis uttanfyri, meðan fleiri leikarar eru ivasamir. Teir eru Torbjørn Grytten, Boris Dosljak og Ólavur Niclassen. Torbjørn var á bonkinum móti HB, men kom ikki inn, meðan Boris og Ólavur fingu snuddir, sum gera, at teir eru ivasamir til dagsins dyst. Tá 1.deild spældi móti 07 Vestur leygardagin var eingin av sáttmála-útileikarunum við, so tað kann benda á, at onkrir av ivasomu leikarunum ikki eru tøkir. Hjá EB/Streymi hava Andras Olsen, Arnar Dam og Leif Niclasen ikki spælt higartil í ár. Harafturat hava Gestur B. Dam og Arnbjørn T. Hansen ikki spælt síðstu dystirnar.

 


Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 15.00, og dómari verður Eiler Rasmussen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund