Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúvadalshúsið egið elverk

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.05.2019 - 15:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár, leygardagin fóru vit væl mannaðir eystur í Skúvadal og væl stuðlaðir av tyrludeildini hjá Atlantic og kokkum úr Havn.

Tað tekur longri tíð enn ætlað at gera alt liðugt eysturi í Skúvadali. Men leygardagin vóru vit væl mannað. Kristiana og Marius Rein høvdu bjóðað sær fram at geva eini manning har eysturi ein gourmé døgurða, og tað bar so í bandi, at til bar leygardagin at fáa tey eystur, bæði tey bæði og tilfarið til 25 døgurðar, sum tey bjóðaðu skúvadalsliðnum ókeypis. Tyrludeildin hjá Atlantic Airways, ið so mangan hevur stuðlað undir tiltakið hjá SNP har eysturi, var sjálvandi eisini bogin við hendan dagin.

Arbeiðissetningurin var at eitt lítið helli skuldi gerast til tvinni el-agregat, leiðing leggjast inn í húsið, nakað av smíðiarbeiði inni í húsinum, seinasta sápuarbeiðið á gólvið á loftinum bleiv eisini gjørt og harafturat bleiv byrjað upp á at snøgga brúnna við gøtuna til tyrlupallin. Leif Danielsen fekk sær máling og pensil og málaði suðurendan og síðuna vestureftir. Har var nógv gott fólk, so skjótt gekk tá handverkararnir fóru undir smíðingina av hellinum og aðrir gróvu eitt sindur meira fyri har hellið skuldi standa og steinsettu. Tá hellið var liðugt og kaðalar lagdir undir jørð inn í húsið, var tyrvt rundan um húsið. Tyrvingin kom langt áleiðis, men bleiv ikki liðug, ætlanin er at hellið skal goymast undir flag, soleiðis at bert hurðarnar skulu síggjast. Tað vóru fyri tað mesta Byrgir Joensen, Ivan Isaksen, Palli Fugloy og Símun Michael Sørensen ið fjasaðust við tað, ímeðan undirritaði og Per Jacobsen mest fingust við at grava elleiðingar niður, steinseta og rudda grót burtur har hellið skuldi standa. Árni Skaale og Hans Hjalti Skaale vóru allastaðni uppií og stungu linjur út ímeðan Jørgin Ellingsgaard fekst mest við tað tekniska. Kári Skaale, sonur Árna starvaðist sum messur hjá Kristianu, ið var kokkurin og hjá Mariusi, ið stóð fyri serveringini. Hans Erik Jacobsen og 8 aðrir frá tyrludeildini ótu døgurða saman við okkum.

Frá kokkunum fingu vit ein trírættaðan døgurða og kaffi omaná. Eina góða frágreiðing afturvið frá kokkinum og ein fyrilestur frá Mariusi, um eina skótalegu í Suðuroynni í 1958, har millum aðrar Páll Josephsen, Karl Josephsen, Álvur Josephsen og Sjúrður Kjølbro vóru við, umframt sjálvandi Marius Rein. Í millum rættirnar sungu vit ymsar skótasangir.

Alt í alt enn ein sera góður dagur har eysturi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund