Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður KÍ-álopsfótbóltur við Djúpumýrar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  26.05.2019 - 18:26 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var eitt álopssinnað KÍ-lið, sum ongar trupulleikar hevði við at vinna sær trý stig móti EB/Streymi í dag.

Tað gekk nakað leingi at fáa hol á, men KÍ manglaði ikki málmøguleikar, tó kanska ikki so nógvar heilt stórar, og tí var tað bara spurningur um tíð, til KÍ fekk mál. Og beint áðrenn hálvleik fekk KÍ tvey góð mál frá Patrik Johannesen og Jonn Johannessen.

Í seinna hálvleiki fekk KÍ tvey mál afturat. Talan var í stóran mun um einvegis ferðslu hendan dystin. Á álopssinnaða KÍ-liðnum komu tveir frískir leikarar inn, sum ikki byrjaðu seinast, Jonn Johannessen og Darius Lewis, og báðir stóðu seg væl og fingu eitt mál í part og vóru við í fleiri øðrum góðum álopum.

 


KÍ er nú komið uppá 26 stig fyri 11 dystir og er framvegis oddalið í deildini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik