Lýsing
Lýsing

Sambandið á Norðlýsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.05.2019 - 17:02 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Vit fingu vitjan av Sambandsbussinum, sum vitjaði í Eysturoynni og Norðoyggjum í dag

Norðlýsið fekk fína vitjan í dag. Tey flestu av valevnunum hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið stukku inn á gátt. Vit kvitteraðu við einum góðum kaffimunni og prát um tað, ið fyriferst her um leiðir. 

Fólkatingsval verður júst um eina viku og flokkarnir royna sítt at vinna atkvøður. Sambandsflokkurin hevur ein kampanjubuss og tað riggar væl, at vitja ymsar oyggjar, bygdir og arbeiðspláss. 

Í dag vitjaðu tey í Eysturoynni og Norðoyggjum. Tey vórðu øll væluppløgd og klár til fólkatingsvalið. Prátið fall sjálvsagt á fiskivinnuna, tunnilsgjald og Klaksvíkar sjúkrahús. Tosað varð eisini um miðlastuðulin. 

Vit kunnaðu um arbeiði, um okkara bløð og eisini seinasta skotið á stammuni - eldrablaðið Fyndin. 

Vit á Norðlýsinum eru sera fegin um vitjanina í dag og vóna sjálvsagt, at fáa aðrar flokkar á vitjan. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…