Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var eitt sindue grønari í mai í fjør, enn tað er í ár. | Mynd: ókendur

Norðoyastevnuveðrið - dagført...

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.05.2019 - 12:41 Tíðindi Veðrið

Tað er í seint í kvøld ella í nátt, at høgættin sleppur okkum á hesum sinni. Í morgin ári er ættin komin niður í eystan.

Í dag fer vindferðin at liggja um 5 til 10 m/s av útnyrðingi-norði. Í kvøld fer at minka. Í nátt og fyrrapartin í morgin fer vindferðin at liggja undir 5 m/s.

Seinnapartin í morgin fer vindurin at veksa eitt sindur, og seint seinnapartin kemur eitt regnumráði til okkara sunnaneftir. Tí verður ælaveður allan seinnapartin í morgin og annaðkvøld.

Leygarmorgunin, tá ið renningin er, fer ættin fer høgur eystan, vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s. Ælaveður, og hitin fer at liggja um 6-7 stig.

Seinnapartin, tá ið kappróður er, er ættin eystan. Vindferðin fer at liggja um 7 til 12 m/s. Framvegis ælaveður, og sami hiti sum fyrrapartin, 6-7 stig.

Leygarkvøldið, tá ið tað er midnáttarsamkoma v.m., er eystan ella landsynningur, og vindurin minkar eitt sindur. Framvegis ælaveður, og hitin fer at liggja um tey somu 6-7 stigini.

So er tað sunnudagurin. Ættin fer aftur upp í eystan og landnyrðing. Ikki nógvur vindur, og loftið verður skiftandi skýggjað við ælingi, men eisini turt við sólglottum.

Henda forsøgnin er eitt sindur ymisk henni, sum varð skrivað og løgd út í gjár. Viðurskiftini í lufthavinum eru støðugt í broyting – tað hendir nokkso nógv um okkara leiðir í hesum døgum.

Veðrið fyri Norðoyastevnuna verður aftur dagført í morgin her á síðuni….

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund