Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Tá hvør smablóma tárar av gleði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.05.2019 - 20:43 Ítrottur Leiðarin Mentan

Vikuskiftið 1.-2. juni er fyrsta summar- og kappróðrarstevnan í ár, Norðoyastevna. Hetta er 84. norðoyastevna í røðini, síðani hon byrjaði í 1936. Sum vant bjóðar skráin bæði uppá tað vælkenda og tað nýskapandi, og í ár verður stevnan merkt av, at Royal Run verður í Klaksvík norðoyastevnuaftan. Eisini síggja vit nøkur kærkomin “comebacks” av áður afturvendandi tiltøkum aftur vera komin í eina fasta legu.

Í 1936 varð Klaksvíkar Kappróðrarfelag stovnað, og sama ár var fyrsta Norðoyastevnan. Frá einum lokalum sjónarhorni kann ein siga, at summarstevnurnar eru desentraliseraður hugni, kapping og gaman. Tí í fleiri øldir var ólavsøkan einaráðandi. Síðani kom jóansøkan, og í 1936 gjørdu norðoyingar teimum kunstin eftir og gjørdu sína stevnu, sum lá fast um mánaðarskiftið mai-juni. Antin seinasta vikuskiftið í mai ella fyrsta vikuskiftið í juni, ofta avgjørt av, hvussu hvítusunnan fellir. Hóast hetta er hægsta próvtøkutíð, og røddir hava verið frammi um at flutt hana, hevur Norðoyastevnan ligið rimmarføst hetta tíðspunktið.

Ítrótturin setir størsta dámin á stevnuna, og í ár er onki undantak. Kappróðurin er sjálvandi hæddarpunktið og liggur í prime time á stevnuni. Hartil verður landskappingardystur í fótbólti sunnudagin, og hesaferð verður tað Argja Bóltfelag, ið kemur at bjóða KÍ av. Harumframt verður Legendsdystur millum KÍ og GÍ fríggjakvøldi kl. 20.

Nakað heilt serligt í ár er sjálvandi, at krúnprinsurin av Danmark kemur at renna væleydnaða Royal Run-tiltakið hjá sær norðoyastevnuaftan. Góðar lokalar kreftir í Treysti hava, saman við Klaksvíkar Kommunu, fingið hesa vitjanina í lag eftir krúnprinsavitjanina í fjør. Sigast má at hetta er eitt plettskot, tí langt yvir 3.000 fólk hava meldað seg til. Talan er um eitt sera stórt og professionelt tiltak, sum fer at merkja alla Klaksvíkina leygardagin fyrrapart og á miðdegi, áðrenn leiðin gongur til kappróður seinnapartin.

Hátíðarløta fyri Jógvan Waagstein verður í Miðhøllini á Skúlatrøð fríggjadagin kl. 16, nú tað eru 140 ár síðan at hann var borin í heim. Gunvá við Keldu, býráðslimur setur Norðoyastevnuna kl. 18 fríggjadagin.

Hallardansirnir vóru tað heilt stóra í farnu øld, og tykjast verða komnir afturíaftur til tey stóru tiltøkini sum summarstevnurnar. Í KÍ-høllini verður stórdansur við Showmonnum kl. 23-04 náttina til sunnudag.

Eitt annað tiltak, sum hevur ligið í dvala, men nú tykist komið aftur fyri at verða, er Norðoyastevnuteitið. Í ár verður tað hildið í gomlu Brandstøðini á Kirkjuvegi 11. Við hesi góðu blandingini av afturvendandi tiltøkum, áður afturvendandi tiltøkum, sum hava fingið eitt comeback, og nýskapandi tiltøkum, sum ongantíð hava verið fyrr, hevur man hug at siga “Nú manglar bara Rukkulakkin!”. Eisini hann sleppa vit meira enn at minnast aftur á, tí forkunnug framsýning verður í Miðhøllini á Skúlatrøð, har millum annað Rukkulakka-myndir í stórari stødd verða at síggja.

Skráin er so víðfevnd og umfatandi, at bert ein viðfáningur kann umrøðast her. Men ein sera forkunnug framsýning av smákyktum, ið verða forstørrað, er tó verd at taka fram, tí hon telist millum tær meira øðrvísi upplivingarnar hesaferð. Annars verður víst til sjálva skránna, sum sjálvsagt er at finna í blaðnum. Sum maðurin segði: “Tann sum keðir seg á Norðoyastevnu, hevur sjálvur skyldina”.

Góða Norðoyastevnu øll somul!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin