Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Jórun Gardar

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  01.06.2019 - 22:01 Mentan Myndarøð Tíðindi

Jórun Høgnesen hevur vegna Norðoya Listafelag sett eina sera spennandi og fjøldtáttaða listaframsýning saman í Posthúskjallaranum – kallað Summarlist 2019.

Við eru 10 rættiliga ymisk listafólk, sum skapa eina deiliga breidd, ið hóskar hølunum rættiliga væl.

Til ferniseringina í dag sang og spældi Hans Andrias Jacobsen nøkur løg og Jórun Gardar, leiðari í Norðoya Kunningarstovu helt eina frálíka røðu, og lat við henni framsýningina alment upp.

Tað var rættiliga fitt av fólki komin saman til hesa løtuna.

M.o. sýna hesi fram; Eyðun av Reyni, Jan Nystrøm, Jórun Dánialsdóttir, Mia Smith, Heiðrikur av Heygum og Fía Heinesen.

Framsýningin er opin kl.15.00 – 20.00 í Posthúskjallaranum Norðoyastevnudag

 

Niðanfyri verður røðan hjá Jórun Gardar endurgivin:

 

 

Góðan dagin og takk fyri heiðurin at lata upp listaframsýningina Summarlist her í Posthúskjallaranum í Klaksvík.

Norðoya Listafelag hevur seinastu mongu árini skipað fyri eini listaframsýning á Norðoyastevnu, og hon er vorðin ein fastur og týdningarmikil partur av skránni á Norðoyastevnu.

 

Ársins listaframsýning er bæði fjølbroytt og áhugaverd við málningum, tekningum, video-installatiónum, ljós-installatiónum við optiskum fyribrigdum og verkum úr tekstili. Eg gleði meg tí til at kava djypri niður í hesi verk og at uppliva universið hjá fleiri av okkara fremstu listafólkum. Hetta er krás fyri sansirnar og fimleikur fyri heilakyknurnar.

 

Listin – hon eigur at hava ein avbjóðandi og slóðbrótandi leiklut í samfelagnum. Tað hevur hendan framsýningin eisini. Hon er tí við til at vísa á viðkomandi avbjóðingar og trupulleikar, sum vit dragast við í dagsins samfelag.

 

Tað er serliga áhugavert, at fleiri listaverk við tekstili og klæðum hava fingið innivist á ársins framsýning.

 

Eitt listaverk vísir okkum, hvussu stórt oyðsl fer fram í klædnaídnaðinum í dag. Hetta er ein boðskapur, ið ikki bert er galdandi fyri klædnaídnaðin, men hetta er ein boðskapur, ið vit øll eiga at taka til okkum. At vit mugu gagnnýta okkara tilfeingið skynsamt og burðardygt – hetta er galdandi innanfyri klædnaídnaðin eins og fyri ferðavinnu og fiskivinnu. Hetta er eisini í tráð við tey 17 heimsmálini, sum Sameindu Tjóðir hevur sett út í kortið, og sum vit øll kunnu stuðla undir á ymsan hátt, har sum vit eru.

 

Hetta er eisini ein áminning til okkum, sum virka innan ferðavinnu, at vit eiga at gagnnýta okkara umhvørvi og okkara tilfeingi í samljóði við náttúruna, og í samljóði við tey menniskju, sum búgva her á staðnum. Tann stóri skulptururin hjá Edvardi Fuglø av einum veldiga stórum hvali minnir okkum á ymiskar avbjóðingar tá siðbundan samfelagið møtir í modernaða.

 

Millum verkini úr tekstili eru eisini nøkur verk úr vovnari ull. Tað er gleðiligt at síggja, at siðvenjan innan veving framvegis verður hildin í hevd, og at vovin verk eru við á hesi framsýningini. Hetta leiðir tankarnar aftur á vevskúlan úti Grøv við Borðoyarvík, sum Aina Cederblom setti á stovn, og sum framvegis livir sítt virkna lív.

 

Aina Cederblom var svensk ævintýrkvinna, sum sigldi til Føroya í lítlum opnum báti í 1933, og sum setti fleiri vevskúlar á stovn – bæði í Klaksvík og kring heimin. Endamálið hjá Ainu Cederblom var, at kvinnur kundu blíva fíggjarliga sjálvbjargnar við at læra seg okkurt hondverk sum til dømis at veva. Á sama hátt sum Aina Cederblom hevði eitt hægri endamál við sínum vevskúlum, hava fleiri listaverk á ársins framsýning ein boðskap, ið røkkur langt út um Posthúskjallaran í Klaksvík.

 

Tað er eisini gleðiligt, at Klaksvíkar kommuna hevur tikið avgerð um, at posthúsið í Klaksvík skal gerast til eitt nýtt mentanarhús, sum skal hýsa sjónleiki, musikskúla og myndlist.

 

Eitt og hvørt samfelag hevur tørv á djørvum listafólki, sum tora og vilja miðla ein boðskap til okkum onnur. Listin kann á hendan hátt bjóða okkara vanahugsan av og vísa vegin fyri broytingum, sum krevjast í samfelagnum og í heiminum. Ella kann hon eisini kína okkara estetisku sansum, har vit uppliva eina sálarliga vælveru, sum ikki veruliga kann forklárast.

 

Norðoya Listafelag hevur altíð lagt dent á, at listafólk úr lokaløkinum eisini eru við á framsýningini. Á hendan hátt kemur listin hjá borgarum her úr økinum út til ein breiðan skarða av fólki.  Aftur í ár eru listafólk úr Norðoyggjum væl umboðað, og tað fegnast vit um, eins og vit bjóða listafólkum aðrastaðni at vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar at sýna fram sína list.

 

Tá eg hugdi gjøgnum nøvnini á hesi framsýningini, gjørdist eg serliga fegin, tá eg varnaðist navnið hjá Jan Nystrøm. Jan og eg hava bæði gingið í barnagarði og fólkaskúla saman, so eg havi góðan kunnleika til hansara serligu gávur sum teknari. Hann teknaði sera detaljeraðar tekningar longu í barnagarðinum, tá ið vit onnur nóg illa dugdu at tekna ein pinnamann. Eg minnist eisini væl, hvussu hugtiknir pedagogarnir mangan vóru av hansara evnum, og tað var ikki sørt, at eg var eitt sindur øvundsjúk.

 

Vit eru øll borin í heim við ymiskum talentum. Tit, sum sýna fram í dag hava eyðsínd skapandi talentir. Men hetta kann eisini verða ein áminning til okkum øll um, at vit eiga at dyrka okkara talentir og ikki verða bangin fyri at vísa tað, sum vit duga, fyri øllum.

 

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða framsýning og blíðan byrð frameftir.

 

Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda