Lýsing
Lýsing
Arnstein Niclasen | Mynd: Dávur Winther

Við Løkke í Østrøm

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  02.06.2019 - 11:03 Lesarabrøv Mentan

Ein góð løta í hesum søguliga og snøgga skála. Og sum væntað var gylt av sambandsmonnum har. Ein sá ongan tjóðveldisgarp/garpinnu - av teim røttu – tey vildu kanska ikki besudla seg her við hetta  fremsta umboðið fyri tað ting/ríkisstjórn, sum longsil teirra samfelt stundar til í hesum døgum. 

Løkke var væl upplagdur sum vant, væltalandi og greiður, og svaraði væl og fólkaliga upp á allar teir -  meir og minni fløktu – spurningarnar, sum settir vórðu -  og hann spurdi eisini eftir Magna?

Sjúrður var tó har, og hann fýltist eitt vet á – eins og Magni hevur –  at Løkke var til staðar har í ávísum ørindum. Hetta er helst ikki so væl klakt av teim báðum, sum hava sýnt bæði politiskan vilja,  vitjan og áhuga í tí fjarlagda landi catalona og baskara(!).

 

Ein spurning

hevði eg hug at seta. Men lat vera, sum ikki verandi inni á leikvøllinum. Og hann er nakað á leið hesin innleiðandi:

Tað situr eitt kvinna í bæriliga formanssæti Fólkatingsins, sum – um nakar - hevur drigið frá og opnað eyguni hjá fólki, flokkum og tinginum við um, hvussu ótakksom mong av tilflytarunum kunnu vera og hava roynst higartil.

Hesi, sum Danmark hevur hýst og givið eitt friðskjól í einari óndari verð. Serstakliga islamar. Sum helst eru fíggjaðir av teirra tal sterku og ríku familju, sum kunnu rinda smuglarum eina feita hýru fyri sára vandasigling um Miðalhavið og inn í Europa. Og sum oysa milliardir av krónum í moskur og ísáingar deplar í tí blíða/naiva landi dana.

 

Úrslitið og prísurin

ið hon o. o. enn bera er m.a., at eitt væl brynjað politistalið – dag og nátt, alt árið á tamb – er kring um hana og hús hennara - 365 dagar um árið.  

Og er talan her ikki um eitt markleyst ótakksemi og frekleika - ikki minst væl kryddað við sniðálopum, skotríðum og logandi bilum á nátt...?.

Og meðan vit sorgblítt syngja: “Føgur er foldin”, og danir við: “Julen har englelyd..” ganga staroygdir politistar í frostinum kring hana og hini – væntandi/fryktandi eitt illkynjað álop frá 1./2./3. ættarliði av torskildum  og málvísum tilflytarum...

 

Spurningurin er tí hesin:

“ Hvørji ráð vildi Løkke givið okkum, nú ið ein hópur her á landi vil opna hurðar fyri, at hesi “takksomu” leita upp hús hjá okkum, ið ikki eru minni naiv enn onnur – og so langt av landi skotin?”

Og sum eru minst líka hjartagóð, sum onnur lond hava roynst at verið – so sum: Svøríki, Danmark, Holland, Frakland etc. –?

Hetta omanfyri standandi er vitiliga vent móti islamsku hóttanini (trojanska hestinum), sum hóttir   tey demokratisku londini í hesum tíðum.

Og havi annars eitt gott val øll somul.                           

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…