Lýsing
Lýsing

Raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu hækkaður 30 mió. kr. í tvey ár

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.06.2019 - 11:25 Politikkur Tíðindi

Vit kunnu fegnast um, at vit enn einaferð hava metinntøkur. Men samstundis ber roknskapurin brá av eini fráverandi býráðsleiðslu við linligari fíggjarstýring, sum setur sítt álit á, at góðu tíðirnar við uppaftur hægri inntøkum fara at halda fram, sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur og limur í minnilutanum í Klaksvíkar Býráð

Mikukvøldið varð roknskapurin hjá Klaksvíkar Kommunu 2018 samtyktur á býráðsfundi og eftir býráðsfundin fingu vit eina samrøðu við Gunvá við Keldu, sum er partur av minnilutanum í Klaksvíkar býráð og limur í fíggjarnevndini.

Eg haldi sjálvsagt, at vit enn einaferð kunnu fegnast um, at býráðið kann samtykkja ein roknskap við metinntøkum. Í fíggjarætlanini vóru inntøkurnar settar til 270 mió. krónur, og fingu vit 272 mió. kr. inn.

Vit eiga at leggja merki til, at vit høvdu afturgongd í persónskattinum uppá 6 mió. kr. samaborið við fíggjarætlanina, men av tí, at felagsskatturin hækkaði við 5 mió. kr.,  sammett við fíggjarætlanina,  so bjargaði tað nakað.

 

Persónsskatturin minkaður felagsskatturin hækkaður

Í roknskapinum 2016 fingu vit 17 mió. kr. inn í felagsskatti, í 2017 settu vit met, við 22 mió. kr. og nú 21 mió. kr. so vit nú fóru eitt kvink niður í roknskapinum fyri 2018.

Hetta sigur okkum, at vit hava eitt virkið fólk og dugnaligt vinnulívsfólk, og tað er hesum fyri at takka, at her gongst so væl.

Men aftur í ár hækkar raksturin, og tað gongur sera illa hjá býráðsleiðsluni at halda fíggjarætlanir. Hetta havi eg fleiri ferðir gjørt mínar viðmerkingar til á fundum og á rætta staði. Í 2017 var raksturin 189 mió. kr. móti 199 mió. kr. á roknskapinum fyri 2018.

Víðari sigur Gunvá at, í 2016 var raksturin 169 mió. kr. og nú í 2018 hækkaður til 199 mió. krónur, sum er ein hækking við 30 mió. kr.

Nakað sum er nógv meiri álvarsligt, sigur hon víðari er,  at raksturin hevur ligið um 65% av inntøkunum, men nú er hækkaður til 73% av inntøkunum. Hetta ger sjálvandi, at minni verður til íløgur. Hetta er ein veruleiki leiðsla og býráði eru noydd at  fyrihalda seg til, tí íløgutørvurin tykist ikki at minka, heldur tvørturímóti.

Eg veit, at samgongan hevur sínar frágreiðingar uppá hví undirskot er á roknskapinum og at raksturin er hækkaður so nógv, men her slepst ikki undan tí veruleika, at stýringin er alt ov linlig. Tað er als ikki nøgtandi at roknskapurin vísir hall tvey ár á rað í allarbestu tíðum, við metinntøkum og sera lágum arbeiðsloysi, fyri at siga einki.

Gunvá við Keldu, sigur annars at hon í komandi tíð fer í lesarabrøðum at koma nærri inn á onnur viðurskifti í kjalarvørrinum av viðgerini av roknskapinum hjá Klaksvíkar Kommunu.

Sí annars roknskapin hjá Klaksvíkar Kommunu HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…