Lýsing
Lýsing

Valdagurin nærkast – vel Sambandsflokkin!

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið  |  03.06.2019 - 12:20 Politikkur Tíðindaskriv

Tú spyrt kanska: Hví  skalt eg velja Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum -  fram um aðrar flokkar?

Fyri meg er tað ein sjálvfylgja at velja Sambandsflokkin. Eg veit, og tað  vita flest øll, at tað er bara Sambandsflokkurin, sum heilt og fult gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum. Hinir flokkarnir ynskja at avvikla Ríkisfelagsskapin – onkur flokkur skjótari enn annar. Tað gevur tí ikki meining at senda teir flokkarnar á Fólkating.

Fyrimunirnir og møguleikarnir í Ríkisfelagsskapinum eru bæði nógvir og góðir.

Mangan verður sjóneykan sett á ríkisveitingina og serliga politisk mótstøðufólk royna at lítis- og niðurgera hana, men lat tey bara gera tað – vit sambandsfólk,  vit vita betur, hvønn týdning ríkisveitingin hevur.

Umframt samlaðu ríkisveitingina, so inniheldur Ríkisfelagsskapurin so nógv annað gott, sum hevur nógv størri týdning enn mong geva sær far um í gerandisdegnum. Her hugsi eg m.a. um hetta, at vit í Ríkisfelagsskapinum hava:

·      Frálíka góðar útbúgvingarsømdir

·      Atgongd til danska heilsuverkið

·      Fría atgongd til danskar sendistovur kring allan heimin

·      Lægri rentustøði enn annars

·      Felags gjaldoyra

·      ES-pass

Sambandsflokkurin ynskir og vil Ríkisfelagsskapin, og ein sambandsrødd á Fólkatingi vil altíð virka fyri – í góðum og semjusøkjandi samstarvi við donsku myndugleikarnar -  at Ríkisfelagsskapurin verður lagaður til nútíðina, soleiðis at hann altíð verður dagførdur til dagsins veruleika og avbjóðingar.

Umframt útvikling av Ríkisfelagsskapinum, so vil ein føroysk sambandsrødd á Fólkatingi virka fyri m.a.:

·      Vælferð

·      Tryggum búskapi

·      Altjóða samstarvi – m.a. marknaðaratgongd

Tí er mín greiða áheitan: Vel Sambandsflokkin!

Ein atkvøða til Sambandsflokkin – hon fer væl!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…