Lýsing

Edmund & Sjúrður?

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  03.06.2019 - 22:30 Lesarabrøv Politikkur

Tveir sólarringar fyri at valhølini lata aftur – miðvikukvøldið í vikuni - bendir alt á, at føroyingar fara at senda teir báðar samríkjamenninar Sjúrð Skaale og Edmund Joensen á Danating. Harvið verður politiski tjóðskaparvongurin veingjaskerdur og als ikki umboðaður á tingi dana, nú farið verður undir nýtt valskeið á Christiansborg. Bráðpannan í donskum fólkaræði og í Kongsríkinum. Alt bendir harvið á, at massiva danska íblandingin hesar seinastu dagarnar, við krúnprinsinum og eltandi klaksvíkingum, hinum sambandsstuðlandi Lykkju-Læarsi og grundlógarátakinum hjá rasistinum Piu Kjærsgaard, eydnaðist, - stórur partur av føroyingum hava latið seg tølað til tað, at virka ímóti sær sjálvum og týðandi tjóðskaparligu áhugamálum okkara.

Gallup plagar at vera álítandi, og sambært veljarakanningini í dag fáa samríkjaflokkarnir, B & C, meiri enn helmingin, 51%, av atkvøðunum, táið upptalt er miðvikukvøldið. Vit, sum ætla annað við Føroyum, enn at vera viljaleys atkvøðuneyt hjá donskum flokkum, Vinstra og Socialdemokratunum, og annars at varðveita status quo í hjálandaspurninginum, verða ikki til yvirhøvur í hesum politiska universinum. Hóast vit eiga ein meiriluta í føroyska fólkinum og á Føroya løgtingi.

Eitt fólkatingsval snýr seg sjálvandi um tjóðskaparmálið. Um samband og hinvegin um meiri ella alt ræðið yvir oyggjum okkara. Sjálvandi er tað paradoksalt, at vit yvirhøvur eiga hendan møguleikan, at velja tvey umboð í parlament í fremmandum landi, men hetta avspeglar ússaligu stjórnarrættarligu støðu okkara í mun til hvussu aðrar tjóðir hava skipað seg í heimssamfelagnum.

Vit eru ímillum ríkastu lond í heiminum. Vit megna at standa uppi av okkum sjálvum, men higartil hava vit ikki ynskt tað og kanska ikki vilja tað heldur. Og í so máta hava fótonglarnir í eini hjálandastøðu ikki styrkt um undanbrekkuna hjá teimum, ið ynskja politiskt sjálvræði. Í tjóðskaparstríðnum hevur materian í alt ov stóran mun fingið fastatøkur á okkum. Nú verður úrslitið á løgtingsins fíggjarlóg, vanligi raksturin av samfelagnum, brúkt sum høvuðsbulur í kjakinum um at skipa seg við egnari drift, - onki fær verið høpisleysari enn tað. Tað er skapanin í samfelagnum, úr heila- og handamegini hjá vanliga fólkinum, sum er grundarlagið undir samfelagnum.

24. oktober 1945 stovnaðu 51 statir felagsskapin ST. Seinri er limatalið næstan ferfaldað – nú 193 statir eiga felagsskapin. Vøksturin kemst serliga av avkolonialiseringini eftir seinra heimstríð og heilt fram til okkara dagar er lagt afturat høpinum. Meginparturin av hesum hjálondum høvdu onga fíggjarmegi, kortini stríddust tey fyri sjálvræðinum, og ofta kostaði tað blóð, sveitta og tár. Tað var tjóðskapur, móðurlandsalskur, mentanarlig barlast, viljin til at standa uppi av sær sjálvum, sjálvsvirði, agi og trúgvin á framtíðina, sum var drívmegin. Verulig virðir og ikki bara peningavirðir, sum tað tíverri í alt ov stóran mun er blivið til í okkara føri.

Føroyski staturin verður einaferð skipaður, tað fer fólkið í Føroyum at taka avgerð um í næstum, og ikki tveir fólkatingsmenn og als ikki teir báðir Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, sum umboða tann partin av føroyingum, sum av øllum alvi fara at stríðast ímóti okkara evstu tjóðarrættindum, og nú einsamallir standa til at taka sessirnar á Danatingi næstu fýra árini.

Politiska tjóðskaparrørslan eigur at fáa ljóð fyri sínum hugsjónum á tingi dana sum støðan er. Annars er umboðanin skeiv og skeiklað í mun til politiska veruleikan í Føroyum. Tosaði við ein eldri fólkafloksmann nú ein dagin, og hann segði mær, at hann altíð hevði valt Fólkaflokkin, men til fólkatingsvalini valdi hann Erlend Patursson, hann ynskti at ein klár og greið tjóðskaparrødd skuldi hoyrast í donsku politisku skipanini.

Støðan er onki broytt síðani tá, men sambært veljarakanningini í dag, so liggur ein tjóðskaparrødd nú 1,2 % aftanfyri seinra samríkjamannin av tveimum. Einar 300 atkvøður skulu til fyri at bøta um hetta, alt eftir valluttøkuni. Hesum røkka vit, um megin nú verður savnað í tjóðskaparliðnum.

Tí eiga tilvitað tjóðskaparfólk í øllum tjóðskaparflokkum at umhugsa støðuna av nýggjum og velja Tjóðveldisflokkin, sum í kanningini er einasti flokkurin á tí bóvnum, ið hevur ein veruligan møguleika fyri at yvirhála annan samríkjamannin, nú valdysturin fer inn í sína endaligu fasu.

Gott tjóðskaparval.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Eystanstevnan
Stórir samfelagsligir fyrimunir við einu…
Tema um samstarv
Darius Lewis bjóðar seg eisini fram
Livir í huga nú minnið um góðan mann
Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summars…
Brúdleyp - Bjørg og Tummas Jóhan
KÍ genturnar vunnu steyp
Himmalbrævið
Kirkjan fullsett
Tyrlan eftir kajakk-rógvara
Bera útlendingar ikki brek?
KÍ styrkti um oddasessin
Spennandi dagur í Svínoy í dag
Ringa støðan á Sandoy Seafood
Hevur Javnaðar­flokku­rin broytt kós?
Gerhard biður um fund við Høgna Hoydal u…
Broytingar í ferðaætlan­ini