Lýsing
Lýsing

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt

SKRIVAÐ: Jørgen Niclasen  |  04.06.2019 - 01:36 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Orðini hjá Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni og formanni, komu mær til hugs, tá eg sat og hugdi eftir Degi og Viku í gjárkvøldið.

Tað tykist heldur undrunarvert, at Kringvarpið sendir beinleiðis frá hólmgonguni millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin, men tá allir flokkar luttóku á kjakfundi í Løkshøll sunnukvøldið, var Kringvarpið ikki til staðar.

Eitt annað, ið eg undrist á, er, at valsendingarnar hjá Kringvarpinum, Borgin og Andgletturin, snúgva seg í stóran mun um loysing/samband, hóast bara tveir flokkar hava hetta sum aðalmál undir valstríðnum.

Hetta eru somu flokkar, sum fingu beinleiðis talutíð í Degi og Viku í kvøld. Og tað, eg harmist mest um, er, at longu fyri trimum vikum síðan avskrivaði Kringvarpið Fólkaflokkin.

Men eg felli ikki í fátt. Vit fella ikki í fátt. Vit stríðast fyri okkara sjónarmiðum, sjálvt um tey ikki hóva øllum. Vit stríðast fyri føroyskum áhugamálum, sjálvt um vit mangan standa einsamallir. Og sjálvt um KVF roynir at avskriva okkum, veit eg, at veljarin hevur seinasta orðið. Veljarin ger av, hvør vinnur annan sessin.

Sambandsflokkurin hevur longu tryggjað sær sætið í Fólkatinginum, men vit liggja nú stavn um stavn við hinar báðar stóru flokkarnar. Vit eru komnir til endaspurtin. Vit hava størstu framgongdina, men nú taka vit seinastu tøkini. Veljarin ger av, hvør vinnur. Tín atkvøða hevur alt at siga.

Eg veit, at um allir fólkafloksveljarar fara á val, vinna vit ikki bara fólkatingssessin, men vit vísa øllum hinum, at tú skal ongantíð undirmeta viljan og styrkina hjá fólkafloksveljarunum.

Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.


Jørgen Niclasen
Formaður fólkafloksins og valevni til fólkatingsvalið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…