Lýsing

Á gáttuni

SKRIVAÐ: Annika Olsen  |  04.06.2019 - 16:53 Politikkur Tíðindaskriv

Mangan hava flokkar upplivað at hava staðið á gáttuni og bert mangla fáar atkvøður í, at flokkurin gjørdist vinnari. Mangan hava politikarar upplivað hetta sama, at bert fáar atkvøður vantaðu í, at júst tey blivu vald. Eftir valið kemur man í prát við fólk, har tey siga, hevði eg vitað hetta bleiv úrslitið, so skuldi eg veri farin á val. Ì morgin er avgerðin tín, í morgin hevur tú møguleika at vera avgerðandi atkvøðan, avgerðandi fyri hvør flokkur verður valdur og avgerðandi fyri, hvør persónur skal umboða Føroyar og føroyingar á Fólkatingi. Tað hevur stóran týdning, at tú fer á val og greitt boðar frá, hvønn tú vilt senda á danating og umboða teg.

Hósdagin í síðstu viku hevði eg tann framíhjárætt at sigla við Westward ho úr Helsingør til Keypmannahavnar í samband við 100 ára haldið fyri Merkinum. Har stóð stór mannfjøld og tók ímóti. Til móttøkuna hjá okkum umborð á Westward ho kom eg at práta við eina føroyska kvinnu, sum í mong ár hevði búð í Danmark. Hon segði við meg, at hon var sera spent um, hvør fór at blíva vald ella valdur úr Føroyum, tí tað var ikki líkamikið hvør umboðaði tey í Fólkatinginum. Hon ynskti  eitt umboð, sum umboðaði hana væl, eitt umboð, sum var sjónligt í almenna rúminum, eitt umboð sum var til staðar í Fólkatinginum og eitt umboð, sum var millum føroyingar annars í Danmark. 

Vit í Fólkaflokkinum hava eina sterka manning, ið stillar upp til Fólkatingsvalið, og vit vilja umboða Føroyar og føroyingar bæði væl og virðiliga. Vit vilja fremja veruligan praktiskan politikk, sum tænir føroysku tjóðini. Fái eg veljarans álit, vil eg á Fólkatingi arbeiða fyri, at:

Lóggáva, ið hevur við Føroyar at gera skal tillagast føroysk viðurskifti.
Taka upp samband við føroyskar familjur, ið hava børn við serligum avbjóðingum, sum eru fluttar av landinum, tí tey ikki hava fingið nøktandi tilboð í Føroyum. Kanningararbeiði skal gerast fyri at gera tað møguligt hjá hesum familjum at flyta heimaftur.
Føroyskt loftrúm skal gerast føroyskt, soleiðis at føroyska samfelagið fær lut í teimum 100 tals mío., sum vit hava rætt til hvørt ár frá flogførum, sum flúgva í føroyskum loftrúmi.
Føroyar fáa limaskap í IOC, so føroysk ítróttarfólk kunnu luttaka undir Merkinum til Olymisku leikirnar
Føroyar fáa víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. Heimastýrislógin kom í gildi, hóast hon er i stríð við grundlógina. Nú er tíðin komin til eina nýggja uttanríkispolitiska lóg, sum gevur Føroyum fríar møguleikar at samráðast við aðrar tjóðir. Tað fyrsta er at fáa limaskap í WTO, altjóða handilsfelagsskapinum, har Føroyar kunnu gera fríhandilsavtalur við tey lond, vit ynskja fríhandil við.
Føroyar skulu hava fullan avgerðarrætt í Arktiska ráðnum.
Føroyar skulu gerast partur av Bologne sáttmálanum. Hetta er umráðandi fyri, at okkara lesandi kunnu frítt kunnu flyta ímullum hægri lærustovnar í Evropa
At umboða føroyingar í Danmark og vera teimum til hjálpar.
 

Gott val øll somul

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Eystanstevnan
Stórir samfelagsligir fyrimunir við einu…
Tema um samstarv
Darius Lewis bjóðar seg eisini fram
Livir í huga nú minnið um góðan mann
Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summars…
Brúdleyp - Bjørg og Tummas Jóhan
KÍ genturnar vunnu steyp
Himmalbrævið
Kirkjan fullsett
Tyrlan eftir kajakk-rógvara
Bera útlendingar ikki brek?
KÍ styrkti um oddasessin
Spennandi dagur í Svínoy í dag