Lýsing

Írskur, skotskur og føroyskur tónleikur í Spaniastovu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.06.2019 - 14:27 Tíðindaskriv Tíðindi

Leygarkvøldið spæla Sharons'men á fyrsta sinni í Klaksvík. Karmar um konsertina er hugnaliga Spaniastovan frá 1838.

Sharons'men byrjaðu at spæla til undirvísing í fólkadansi í skúlanum hjá Sharon Weiss. Hetta hava teir gjørt í vetrarhálvuna í fleiri ár.

Summarhálvuna hava teir har aftur ímóti spælt rundt á okkara grønu vøkru oyggjum. Eitt nú til Fólkatónleikastevnu, Summartónar, á festivalum og ymsum spælistøðum.

Sharons'men viđ Kristian Blak á odda á klaverinum spæla hugnaligan írskan, skotskan og føroyskan fólkatónleik.

Í Sharons'men eru

Janus á Húsagarđi, mandolin og sang, Eygun Mohr Hansen, guitar, Jóanis Erik Køtlum, harmoniku

Kristian Black á klaver og Mikkjal Helmsdal, floytu.

 


Dyrnar lata upp kl 2130!

 


www.spaniastova.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Eystanstevnan
Stórir samfelagsligir fyrimunir við einu…
Tema um samstarv
Darius Lewis bjóðar seg eisini fram
Livir í huga nú minnið um góðan mann
Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summars…
Brúdleyp - Bjørg og Tummas Jóhan
KÍ genturnar vunnu steyp
Himmalbrævið
Kirkjan fullsett
Tyrlan eftir kajakk-rógvara
Bera útlendingar ikki brek?
KÍ styrkti um oddasessin
Spennandi dagur í Svínoy í dag
Ringa støðan á Sandoy Seafood
Hevur Javnaðar­flokku­rin broytt kós?
Gerhard biður um fund við Høgna Hoydal u…
Broytingar í ferðaætlan­ini