Hjartans tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum atkvøddu fyri fólkaflokkinum til Fólkatingsvalið og góvu flokkinum eina veldiga framgongd. Tađ fløvar og frøđir og gevur eyka mátt og megi og vísir, at vit eru á rættari leiđ.
Ein serlig og hjartalig tøkk til hvønn einstakan av tykkum øllum 443 runt landið, sum stuðlaðu mær persónliga. Eri takksom fyri hvørja einastu atkvøðu.
Eisini vil eg takka øllum tykkum , sum hjálptu mær til valið. Uttan tykkum náddi eg ikki hesum góða úrsliti.
At úrslitið skuldi gera meg til toppskorara millum allar mergjaðu uppstillaðu kvinnurnar ì føroyskum politikki, hevði eg ikki droymt um, men tað var stuttligt, og tað gleðir meg. Tá tað er sagt, so vildi eg tó ynskt, at kvinnurnar sum heild lógu longur uppi á atkvøðulistanum.
Tíanverri blivu vit júst ov stutt og tað bleiv stong ùt. Úrslitið gevur tó áræði og góða vón til løgtingsvalið seinni ì ár.
Hjartans tøkk øll somul.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.