Lýsing
Lýsing

Líka við og næstan hjá Føroyum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.06.2019 - 21:36 Ítrottur Tíðindi

Føroyska liðið spældi ein góðan dyst móti Noregi á nógvum økjum, men Noreg vann og hevði samanlagt kanska sigurin uppibornan, hóast munurin ikki var stórur, tá hugt verður eftir málmøguleikum.

Í seinna hálvleiki kom Noreg á odda í 49. minutti eftir innlegg úr vinstru, har Bjorn Johnsen slapp at skalla bóltin í málið. Føroyar vóru nær við at javna í 74. minutti, tá Árni Frederiksberg sendi hornaspark innfyri, har Odmar Færø skallaði á stongina. Í 84. minutti bleiv dysturin avgjørdur, á Noreg aftur skoraði eftir innlegg. 2-0 gjørdist úrslitið, men leikliga sæð var hetta ein av kanska bestu dystunum hjá Føroyum í longri tíð. Tó var sigurin hjá Noreg kanska uppiborin, tá samanum kom.

 

Norðlýsið skrivaði hetta um fyrra hálvleik:

Føroyar skaptu fleiri heilt stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Tað sama gjørdi Noreg, men sum heild var talan um ein undirhaldandi og í stóran mun javnan fyrra hálvleik, tá hugt verður eftir málmøguleikum.

Føroyar hava havt eini tríggjar-fýra góðar møguleikar, har Klæmint A. Olsen og Atli Gregersen vóru nær við. Meðan Noreg hevur havt eins nógvar ella kanska eitt vet fleiri av stórum málmøguleikum. Einaferð hevði Teitur M. Gestsson eina framúr bjarging.

Støðan er 0-0 í hálvleikinum og tað er kanska eitt rættvíst úrslit og tað sigur okkum, at føroyska avrikið var sera gott í fyrra hálvleiki. Til seinna hálvleik er spurningurin, um føroyingarnir fara at hava somu orkuna sum Noreg hevur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggi bygningu­rin bygdur við rekord ferð
Boris Johnson tapti avgerðandi atkvøðugr…
Hagtøl: KÍ stendur seg betri í Tórshavn…
Helgi lættir um atgongd­ina til spritt
Vælkomin til kaffi  í morgin 23. oktober
Klaksvíkar sjúkra­hús hevur tikið nýtt, d…
Jógvan Páll Lassen í sínum vanliga stíli
Sjálvsagt tryggja vit ognarrættin hjá fø…
KÍ Ársveitsla
Aleksandar Djordjevic ársins venjari í k…
Treysti byrjar innandura­venjingar­nar í m…
Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ-høllin…
- Útbyggingin gevur Fjallafípuni enn bet…
Líðhamar 15.800 pund í dag
Minkandi í kvøld
B36-KÍ verður leygar­dagin kl. 15.00
Dansivetu­rin byrjaður
Smáar vatnmyllur eru vælegnaðar í Føroyu…
Johan Dahl spyr um sjóvegis samferðsluke…
Tøkk