Lýsing

Eystanstevna nýggjan samleika

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.06.2019 - 22:19 Mentan Tíðindaskriv

Eystanstevnan er ein av siðbundnu føroysku summarstevnunum. Stevnurnar vóru í nógv ár størstu summartiltøkini í Føroyum. Hesi seinnu árini eru tó festivalar og onnur stór tiltøk av ymsum slagi komin, og hesi hava trýst summarstevnurnar.

Hesi seinnu árini hevur Eystastevnan leitað aftur til upprunan. Stórur partur av virkseminum hevur verið á ítróttarøkinum við Løkin og í Bylgjuni. Og soleiðis verður aftur ár. Runutusk verður fyriskipað í náttúruvakra lendinum við Toftavatn, og øll Bylgjan er karmur um Bylgjulandið, sum hevur hópin av tiltøkum allan leygardagin.

Runutusk, Bylgjulandið og ikki minst føroya størsta gummibátatreff umboða nýhugsan í stevnuhøpi, meðan setan, midnáttarsamkoma og ítróttartiltøk annars umboða tað siðbundna.

Ynskið við stevnuni er, at Eystanstevnan skal vera tann virkna stevnan - við siðbundnum og nýhugsaðum virksemi hvørt um annað, og har øll finna okkurt stuttligt at taka lut í.

Fyriskipararnir leggja somuleiðis dent á, at stevnan skal vera ódýr hjá familjum at vitja, og vóna at síggja nógv fólk í Runavík næsta vikuskifti.

Eystanstevnan hevur fingið nýggjan samleika, sum Petur Hansen hevur staðið fyri.

Fylg við facebooksíðuni Eystanstevna og á eystanstevna.fo sum verður tøk ein av fyrstu døgunum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takk fyri eitt fantastiskt summar
Iacta alea est
Vit hava áræði og dirvi at møta avbjóðin…
KÍ misti stig á Djúpumýri í kvøld
Hetta er nakað vit síggja fram til hvørt…
Kristian Martin: - Hetta er orduliga stu…
Gadus fiskur í heimsflokki
Hanus: Vit standa so leingi sum fólk vil…
Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Havi ikki hoyrt so skapt
Enn ein kvinna á listanum hjá Sjálvstýri…
Anfinn Hansen vann egnikappingina
Einki hent í 35 ár. Hvussu leingi skul…
Sjálvandi skal hjúnabands­lógin broytast…
Hampulig fótbóltslíkindi í kvøld
Hesir bátar/­skip fiskaðu mest í 2018
Hesi vunnu fiski­skappingina
Nógvir og stórir vinningar á Sjómannadeg…
Fiski­kapping og vatnkríggj á í dag
KUNNING UM FERÐSLU Á SJÓMANNA­DEGNUM