Lýsing
Lýsing

Familjufótbóltur í góðum veðri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.06.2019 - 18:57 Ítrottur Tíðindi

- Kappingin eydnaðist sum heild sera væl, sigur Andrass Thomsen, ið saman við Christinu Ravnsfjall skipaði fyri fyrstu “Familjufótbóltskappingini”, ið er hildin í Føroyum.

 

- Tað eru onkur viðurskifti, ið kunnu gerast øðrvísi til næstu ferð, men tað er einki at ivast í, at hetta tiltak er komið fyri at verða, sigur Andrass Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Børn og vaksin í øllum alduri luttóku í kappingini, ið var skipað á tann hátt, at mammur spældu móti mammum, pápar móti pápum, meðan børn kappaðust móti børnum í ymiskum aldursbólkum. Vinnarin av kappingini var tann familjan, ið hevði hægst stigatal tilsamans.

 

- Vit ynskja at varpa enn meir ljós á fótbóltin og stuttleikan í hesum. Og tað gera vit við at skipa fyri nøkrum eitt sindur øðrvísi fótbóltstiltøkum, sigur Christina Ravnsfjall, Grassrootssamskipari hjá FSF.

 

Vinnandi familjan í fyrstu kappingini gjørdist familjan Benjaminsen av Strondum, sum, umframt heiðurinum at kunna kalla seg “Føroya besta fótbóltsfamilja”, eisini vann eina ferð við Norrønu frá Smyril Line.

 

MYNDIR

 

Føroya Tele, No12, MBM og Smyril Line stuðlaðu “Familjufótbóltskappingini”.

 

Niðanfyri sæst ein stuttfilmur frá Familjufótbóltskappingini 2019.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggi bygningu­rin bygdur við rekord ferð
Boris Johnson tapti avgerðandi atkvøðugr…
Hagtøl: KÍ stendur seg betri í Tórshavn…
Helgi lættir um atgongd­ina til spritt
Vælkomin til kaffi  í morgin 23. oktober
Klaksvíkar sjúkra­hús hevur tikið nýtt, d…
Jógvan Páll Lassen í sínum vanliga stíli
Sjálvsagt tryggja vit ognarrættin hjá fø…
KÍ Ársveitsla
Aleksandar Djordjevic ársins venjari í k…
Treysti byrjar innandura­venjingar­nar í m…
Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ-høllin…
- Útbyggingin gevur Fjallafípuni enn bet…
Líðhamar 15.800 pund í dag
Minkandi í kvøld
B36-KÍ verður leygar­dagin kl. 15.00
Dansivetu­rin byrjaður
Smáar vatnmyllur eru vælegnaðar í Føroyu…
Johan Dahl spyr um sjóvegis samferðsluke…
Tøkk