Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus Heinason á hydrografitúri

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.06.2019 - 14:27 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í farnu viku fór Magnus Heinason út til hydrografikanningar og at leggja fortoyingar út. Á túrinum blivu tríggjar fortoyingar við streymmátara og aðrari útgerð lagdar út. Ein bleiv løgd út norðanfyri at máta rákið av atlantssjógvi í Føroyastreyminum, og tvær blivu lagdar út í Bankarennuni at máta djúpa rákið har. Harumframt blivu tveir standardskurðir tiknir vestanfyri, og ein lítil botnhita-boya bleiv løgd út nokkso vestarlaga, í ein útnyrðing av Ytra banka.

Norðanfyri bleiv útgerð eisini tikin upp. Hetta var útgerð, sum hevur staðið á botni og mátað dýpið á markinum millum heitan atlantssjógv og tann djúpa kalda sjógvin. Mátingarnar skulu brúkast til at gera eina neyvari meting av, hvussu nógvur atlantssjógvur ferðast norðureftir til Arktiska økið. Tað arbeiðið er partur av Blue-Action- og FARMON-verkætlanunum; Blue-Action er ein stór EU verkætlan, har eitt av endamálunum er at lýsa veðurlagsbroytingar í Arktis og teirra ávirkan á veðurlag og veður á norðaru hálvu. FARMON, ið er fíggjað frá Energistyrelsen í Danmark, hevur stuðlað útleggingini av útgerðini. Útgerðin sjálv er lænt frá Universitetinum í Hamburg.

Sum heild gekk túrurin væl, og øll frágreiðingin kann lesast á www.hav.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Lýsing