Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kór Glyvra kirkju fimmti ár

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  13.06.2019 - 15:36 Lesarabrøv Mentan

Heiðurskonsert var í Glyvra kirkju sunnudagin 12. mai. kl. 17:00  vegna fimmti ára føðingardagin hjá hesum menska kóri. Ja, tað var við tign og sóma, at fólk komu inn í kirkjuna hesa løtu. Alla somlu tíðina, meðan koyrt varð út á Skálafjørðin, kom vakra lagið hjá Robert Schumann upp í hugan- Im  wunderschӧnen Monat Mai, als alle Knospen sprangen, sum er so stak vakurt og kensluborið.

Vilhelm Nielsen, prestur legði grundarsteinin til kirkjuna 9. mai 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalsferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti. Símun Johannesen, pápabeiggi stóð fyri handverkinum innandura. Hann var Úti í Heiðunum kallaður  “Kirkju Símun.”

 

Nú hava vit ikki havt nakað serliga gott veður í mai mánaði í ár, men hesin dagur rann upp við góðveðri og læt natúrina í ein stak vakran várligan búna.  Altartalvan í kirkjuni, sum Fritjov Joensen hevur gjørt, nørdi um løtuna. Tað var eins og ein seksæringur róði upp undir hesa vøkru stund – Jesuspápi sat í skutinum og stýrdi. Teir 12 apostlarnir sótu við hvør sínari ár, tá ið kórsangararnir høvdu funnið sítt stað, sum so mangar ferðir fyrr – á kórsgáttini framman fyri altarinum.

Símun Nónklett

Tá ið Símun Nónklett kom inn vórðu apostlanna áratøk guddómlig. Kórsangararnir stóðu snøggir, eymir og fagurligir framman fyri altarinum.  Símun Nónklett kom so fattur og snøggur inn. Símun tók orðið. Øll lurtaðu við eymleika eftir orðum Símunar, sum umrøddi tíðina, sum farin var,  og at kórið enn var virkið á sínum øki. Hetta er eitt vakurt áralag at hava enn tann dag í dag. Símun er føddur í Lamba 6. januar 1937, sonur Jóhannus Olaus Nónklett f. Johannesen úr Lamba og Jóhannu Kathrinu f. Eldevig úr Elduvík. Vil bara siga tað, at langabbi mín í faðirlegg, Lamba Símun, sum var annar niðursetumaður á Hellunum, var ættaður av Fløtunum í Lamba. Hetta er vakurt. Símun tók læraraprógv 1960 og hevur verið lærari megin partin av lívi sínum í Glyvra skúlum..

Símun stillaði seg framman fyri kórið og lyfti sínar føgru, listaligu armar upp og kórið fór at syngja hesi vøkru løgini, Uggi – T.N. Djurhuus/ J. A. P. Schulz og Bøn – Bortniansky. Tað var eins og Símun setti síni spor í hesa løtuna við einum føgrum, ljómandi málningi. Hann hevur listaligar gávur og hevur eisini undirvíst í myndlist í Glyvra skúla, har føgur verk eru komin undan hansara hond í føgrum innarligum róðrarlag. Hví so stúrin vinur, hví er lund so sár? Turka burtur vinur, turka burtur tár. Minst til at tú eigur vin í himna borg, sum tær leggur leiðir, lútar sút og sorg. Henda fagra, vakra yrkingin hjá Tummas Napolium Djurhuus - Uggi, aldi fram lívrunnin tár av føgrum aldargivnum rókum, nú ellin setur síni spor í huga og í sál. Jú, henda yrking og hesin ljómur av J. A. P. Schultz hevur ferðast í okkara huga og sett síni spor – tann musikalski boðskapurin ferðast víða og hevur nortið við hugfarið hjá okkum inni undir hesum bitum í Glyvra kirkju, har vit eymliga og innarligt ítaðu av saman við apostlinum. Hetta var sanniliga gáva til gagns.                                       

Út á Skálafjørðin

Vakurt var at fara út um Varmakeldueiðið og  at koma upp um Syðrugøtueiðið og síggja Skálafjørðin. Tað stóð við klettin, og fjørðurin var sum ein sveiti á at líta. Ja, sanniliga eru mangar góðar løtur farnar aftur við borðinum, tá ið  bygdirnar hava lisið sínar litríku gróðrarmiklu, friðsælu hvønndags bønir, sum hava speglað sær í tí vakra vatninum á firðinum.

Hugaligt varð at síggja bæði teir ungu og teir  eldru kórsangararnar standa framman fyri altarið hesa løtu.  

Meinhard Bjartalíð róði upp undir løtuna við sangarum, ið syngja við kórinum í dag. Knávur er hesin musikalski prestur, ið lurtaði væl eftir apostlanna áralagi, sum hevði sett seg í sinnið á Símuni. Meinhard býr eisini í Lamba, men er barnvaksin í Árnafirði, so hann er ein sannur bygdarmaður og stak góður kórleiðari.

Kirkjan

Kirkjan er rík. Vit hava orðið og sakramentini, vit hava kirkjuligan skaldskap – sálmarnar, kirkjuliga tónlist og sanniliga eisini kirkjulist. Her er nógv at fara um, ið lívgar um sál og sinnið dag og dagliga. Meinhard hevur mangan skipað fyri framsýningum í kirkjuni við málningalist. Hetta er sanniliga eisini vakurt.

Urguna tráddu Jón Magnus Joensen og Jensina Simonsen. Vit hoyrdu  eisini kvinnukór og manskór úr hesum valakóri. Her varð nógv vakurt og yndisligt sungið.

Kórið sang hetta fagra lagið hjá John Stainer, sum passar til - Leið meg Gud á lívsins veg av Mikkjal á Ryggi. John Steiner er enskur tónasmiður,  føddur í London 1840 og deyður 1901. Hetta kom at liva í sinninum eftir konsertina, hóast nógv fagurt og yndisligt varð sungið og sanniliga eisini felagssálmurin: Nú anga grøs og blomstur milt. Jú livandi føgur var henda tónsetta løtan við fimmti ára kórsangi. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt eina vakra takkarrøðu og handaði Símuni Nón Klett og Meinhardi Bjartalíð hvør sín málning. Ein av Steffan Danielsen til Símun og ein av Torbjørn Olsen  til Meinhard.

Nú hesi fimmti árini eru farin aftur um bak, hava áratøkini hyldnast væl. Deiligt var at síggja apostlanna áralag fevna um kórið, okkum og tann fagra ljómin, sum hevði verið í kirkjuni henda fimmti ára dag. Hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum og góða eydnu í framtíðini.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund