Lýsing
Lýsing
Lýsing

Posta letur upp deild í Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Tíðindi  |  14.06.2019 - 13:00 Tíðindaskriv Tíðindi

Vegna vaksandi virksemi innan flogfrakt, hevur Posta latið upp deild í Keypmannahavn. Tíðindaskriv:

Posta hevur stóran vøkstur innan flogfraktsøkið. Fyri at víðka um tænastu og um marknaðin, sum
umframt Føroyar umfatar Grønland og Ísland, hevur Posta í vikuni latið upp deild í Keypmannahavn -
tætt við flogvøllin í Kastrup.
Flogvøllurin í Kastrup, ið er størsti flogvøllur í Danmark, virkar sum eitt knútapunkt fyri flogfrakt til og
úr Føroyum, tí er natúrligt at lata upp nýggja deild tætt við flogvøllin.
Deildin er partur av dótturfelagnum Posta Logistics, sum Posta byrjaði í 2015 í Kolding í Jútlandi.
Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt vaksandi virksemi til Norðuratlantshavið.
“Við nýggju deildini menna vit felagið og hava røttu viðurskiftini fyri enn størri vøkstri. Samstundis
styrkja vit um núverandi vinnuliga virksemið og skapa karmar, sum koma øllum okkara kundum til
góðar. Vøran kemur okkum fyrr í hendi eins og møguleiki er fyri skjótari levering og heintan. Hetta er
ein stórur fyrimunur fyri allar okkara kundar“, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
Deildarleiðari í Keypmannahavn er Nick Plytsgaard, sum kemur úr einum starvi sum leiðari hjá
flogfraktsfelagnum Bendix Transport í Kastrup. Tað starvast nú 9 fólk hjá Posta Logistics - harav 7 í
Kolding. Í Kolding hevur Posta goymslu á 1.600 fermetrar og í Keypmannahavn á 800 fermetrar.
Umframt flogfrakt taka báðar deildir sær eisini av sjófrakt og innlendis flutningi í Evropa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði