Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bera útlendingar ikki brek?

SKRIVAÐ: Gunnvá Tróndardóttir Joensen  |  15.06.2019 - 08:28 Lesarabrøv Myndarøð Politikkur Tíðindi

Nú tosi er um, hvørt bussarnir hjá Bygdaleiðum skulu hava lyftir ella ikki, skrivi eg hesa hugleiðing. Havi skrivað um nakað tað sama áður. Hetta kann alt lesast á gtjoensen.val.fo.

Journalisturin í útvarpinum spurdi forkvinnuna í Megd, um tey, ið bera brek, yvirhøvur fara at brúka møguleikan, um lyftir verða tøkar í bussunum?

Var tað neyðugt at geva kvinnum valrætt, fóru tær at brúka valrættin? Var tað neyðugt, at tey svørtu í USA fingu somu rættindi sum tey hvítu? Langt úti av mær at brúka hesa samanbering? Eg haldi ikki. Tí tankagongdin er hin sama. Ein vandamikil tankagongd. Vandamikil og óhugnalig. Serliga í dag, í 2019. Er tað neyðugt, at vit øll kunnu sleppa tað sama og hava eins møguleikar? Eg spyrji heldur, um tað yvirhøvur er neyðugt at seta spurningin?

Vit tosa um eitt nýmótans samfelag. Vit reypa okkum av tøknini, hvussu frammarlaga vit eru, og hvussu samanbundin vit eru. Vit bora dýrar tunlar at binda oyggjar og bygdir saman. Vit byggja land. Men fyri hvønn? Fyri tey frísku og ferðugu - ella fyri øll?

Eitt, sum vit, sum bera upp á sjúku ella brek, stríðast við omaná, er tankin um at vera ein byrða. Ongin vil vera til byrðu, og øll vilja vit so vítt møguligt klára okkum sjálvi. Tá man skal biðja um hjálp, ella ikki hevur atgongd til, ella klárar tað sum hini – tey “normalu”- tá kemur tað, at man setist aftur. Eitt keðiligt orð, tað at setast aftur. Man slær av, man fer ikki undir tað, man orkar ikki í holtur við tað - tað er nemmari bara at lata vera.

Men ímynda tær, um ein koyristólsbrúkari á Viðareiði ætlaði sær til Fámjins at hyggja at fyrsta føroyska flagginum? Hví skal tað ikki bera til, uttan ov mikið hóvasták?

Vit rópa eftir at fáa ferðafólk til oyggjarnar. Komið og síggið hvussu vakurt landið er! Hyggið hvussu Unspoiled, Unexplored, Unbelievable vit eru! Og Unaccessible? Skulu vit leggja tað afturat?

Vit biðja útlendingar koma at síggja men ivast í, um okkara egnu við avbjóðingum skulu sleppa ómakaleyst runt í landinum…

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu tjóða 13. desember 2006 og 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar. Brot úr grein 9 við yvirskriftini ”Atkoma:”
1. Til tess at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum, skulu limalondini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey eins væl og onnur sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði í bý og á bygd. Hesar atgerðir, sum skulu fata um at eyðmerkja og beina fyri forðingum og hindri fyri atkomu, skulu galda fyri m.a.: 8 (a) bygningar, vegir, samferðslu og aðrar innan- og uttandura hentleikar, íroknað skúlar, hús, heilsu- og læknastøðir og arbeiðspláss.” Kelda: Megd.fo

Orðafrágreiðingar:
Unspoiled, Unexplored, Unbelievable: Óspilt, Ókannað, Ótrúligt (Slagorð sum Visti Faroe Islands brúkar)
Unaccessible: Óatkomuligt

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona