Lýsing
Lýsing

Dropi í lívsins havi

SKRIVAÐ: Edward Fuglø. Myndir, Dávur Winther  |  16.06.2019 - 15:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá ið minnisvarðin í Svínoy varð avdúkaður í gjár, helt Edward Fuglø, listamaður, sum hevur sniðgivið minnisvarðan, Dropi í lívsins havi, hesa røðu, sum verður endurgivin niðanfyri:

 

Dropi í lívsins havi

Eg fari at byrja við at takka fólkunum í Svínoy fyri, at hava víst mær tann heiður og tað álit, at lata mær upp í hendur at evna hendan minnisvarða yvir tey, sum farin eru av vanlukku í Svínoy seinastu tríggjar øldirnar.

 

Frá byrjan fekk eg fríar teymar, og minnisvarðanevndin hevur alla tíðina verið jalig og opin fyri mínum hugmyndum, sjálvt um tær ikki júst hava verið siðbundnar, men heldur hava ligið á einum meira alternativum bógvi.

 

Skjótt hugsaði eg um havið, sum hevur givið okkum føroyingum so nógv, men so sanniliga eisini tikið. 

 

Tilfar og skap á minnisvarðanum skuldu tillagast hvørt øðrum fyri at undirbyggja hugsjónina um hav og vatn.

 

Og tilfarið bleiv speglpolerað stál, sum tamt í rundar formar, kann síggja út sum vatn og sum speglar bæði himmal og jørð, og alt har ímillum.

 

Nágreiniliga skapið á minnisvarðanum er ein døggdropi, sum ofta sæst í bønum tíðliga á morgni ella eina summarnátt sum náttardøgg.

 

Hesin døggdropin er so, myndaliga tala, lagdur undir sjóneyku og liggur nú ovurstórur her í bønum.

Tá ið vit hyggja nærri at hesum døggdropanum, sum eins væl kundi verið ein dropi í havinum ella kanska eitt tár, gera speglingarnar at ein heilur heimur letur seg upp í rundaða stálinum. 

 

Ein vatn-sfera. 

Serlig skap koma til sjóndar í stálinum: ein fevnandi vongur, bylgjur og borðini á einum føroyskum báti, ella hvat nú letur seg upp fyri tí einstaka.

Innan list kallast eitt hugtak Land Art.

Landslagið og umhvørvið spæla tá ein tíðandi leiklut saman við listini, og er tað eisini galdandi her. 

 

Dropi í lívsins havi liggur á einum lítlum teigi í bygdini við býlinginum Úti á Bø í baksýni.

Lendið er so óviðgjørt sum møguligt fyri at styrkja kontrastina í millum tað heimliga og so hetta fremmandalikam, ið komið er her at liggja. 

 

Minnistalvan er gjørd í strongum skapi og úr skornum føroyskum gróti, sum er mattslípað. 

 

Og soleiðis spælir matta talvan upp ímóti runda og blanka dropanum.


Heildarmyndin ella konseptið, tað við at staðseta, ella goyma kundi man eisini sagt, ein slíkan gimstein á eini fjarðari útoyggj í Føroyum, spælir eisini ein stóra leiklut. 

 

Hesin dropin liggur ikki á alfaravegi, tú mást á ferð, vilt tú finna hann.

Sjálvandi er minnisvarðin fyrst og fremst ognaður teimum, sum eru nevnd á minnistalvuni.
Hóast hetta, so útilokar Dropin ikki hin einstaka ella fremmanda, sum helst eisini hevur mist ella ber onkra sorgina. 

 

Tá ein so vitjar her ein vanligan dag, meira ella minni í einsemi, dvøljandi og reflekterandi við minnisvarðan, verður ein í spegilsmyndini av sær sjálvum kanska mintur á at ein, tá alt kemur til alt, kanska ikki er so nógv meira enn ein dropi í lívsins havi.

Minnisvarðin er eitt verk sum umboðar sorgina, men í sorgini býr eisini vónin, og sjálvt um onkur ikki kom aftur, men hvarv í dýpinum, trúgva vit at hesin er fevndur av stóra altinum ella komin í aðra trygga havn. 

 

Og so eru bert minnini  eftir, tey mangan dýrabæru minnini, ið eru at líkna við glógvandi gimsteinar, sum ein ber við sær á lívsleiðini. 

 

Eins og  her í Svínoy, í bygdini sum var, í bygdini sum er, og í bygdini sum fer at verða - bar, ber og fer hon nú at bera minnini við sær í glógvandi dropanum á teiginum Úti á Bø.


At enda ein sálmur úr Halgubók, sum eftir mínum tykki hóskar sera væl til Dropan í lívsins havi og tað, ið hann umboðar.

Og er tað Sálmur 17.8, sum ljóðar:

"Varðveit meg sum eygnastein Tín,
fjal meg í veingjaskugga Tínum."


Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…