Lýsing

4 milliónir døgurðar um dagin!

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein, Valevni fólkafloksins til løgtingsvalið  |  16.06.2019 - 18:24 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Langt úti í kviksilvurlýsandi meginhavinum liggur eitt einsamalt, lítið, blýlitað land. Hetta evarska lítla landið er samanborið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála

Men sætt undir sjóneyku er hetta sandkornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menniskjum. Soleiðis skrivar William Heinesen í søgu sínari Glataðu Spælimenninir.

Lítil er okkara heimur í mun til alheimin sum vit búleikast í. Men aftanfyri livir eitt fólk, sum hevur megnað at stríðst seg til eitt fólk, við egnum máli, egnum búskapi og ikki minst egnum framburði. Og vit skulu verða stolt av hesum. Tað er ikki ein flokkur sum skal hava patent uppá hesi viðurskifti, men vit øll somul.

Men framburður skal til, um vit skulu halda somu kós. Vøkstur er ein fyritreyt, og hann skulu vit verja og hjúkla um.

Visti tú, at okkara lítla sandkorn rúmar ein sannleika og eitt ríkidømi, sum vit sjálvdan gera okkum far um. Og sum hevur gjørt okkum øll ríkari og burðardygg?

Føroyar framleiða í dag á leið 4 milliónir fiskadøgurðar til heimin UM DAGIN. Hvønn dag í 365 dagar um árið. Hetta lítla sandkornið megnar í dag at lata 4 milliónir døgurðar um dagin til okkara viðskiftafólk runt um í heiminum. Til svangar munnar nær og fjar. Og tað er ikki ein sjálvfylgja. Tað krevur eitt vinnulív sum vil og hevur dirvi. Men ein fyritreyt er eitt fíggjarligt sterkt vinnulív, sum hevur tað rásarúm sum skal til at lyfta hesa uppgávu.

Tað er so lætt at fílast at. Men vit mugu duga at hava álit á teimum sum hava førleikarnar til at lyfta uppgávurnar; bæði fíggjarliga og við teimum menniskjaligu førleikunum sum skulu til. Tað er fyritreytin.

Eins sterk vit eru sum samd; eins veik eru vit sum sundurbýtt!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…
Dómarafeilur avgjørdi dystin
Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarræ…