Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað gerst meira og meira sannlíkt at menningarkvoturnar verða partur av løgtingsvalstríðnum | Mynd: Oliver Joensen

Verða menningarkvoturnar goymdar til valagn?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2019 - 21:20 Leiðarin Politikkur Vinna

Drúgva viðgerðartíðin av menningarkvotum hevur kravt síni fyrstu offur. Sandoy Seafood letur aftur, og millum orsøkirnar varð sagt, at tey ikki kundu bíða eftir menningarkvotum. Sandoy Seafood hevur søkt um menningarkvotu saman við Thor. Og Gerhard Lognberg, borgarstjóri, var eisini ivaleysur í, at vantandi menningarkvota var orsøk til, at virkið læt aftur. Men hví verður bíðað so leingi við at svara umsóknunum?

Norðlýsið skilir at onkur umsøkjari hevur spurt seg fyri um nær svar kann væntast, men hevur onki greitt fingið at vita. Tilmælini vóru annars handað Fiskimálaráðnum tann 6. mai. Í fjør læt nevndin sítt tilmæli 17. juli og umsøkjararnir fingu svar 14. august, tað vil siga 28 dagar seinni.

Í skrivandi stund (tann 16. juni) eru 41 dagar gingnir frá tí at nevndin læt ráðnum sítt tilmæli, so tað er greitt, at ongar mannagongdir í Fiskimálaráðnum eru endurskoðaðar, ið gera málsviðgerðina smidligari, heldur tvørturímóti. Í ár var enntá ein umsókn færri. Dúgliga verður spurt, bæði beinleiðis og í krókunum, um, hvar rættindini blíva av.

Eitt ástøði er, at ætlanin er at brúka menningarkvoturnar sum valagn. Tað vil siga, at stutt fyri valið verður kunngjørt, hvør fær rættindi. Á tann hátt kann man ávirka veljararnar í eini móttakandi bygd til at velja seg, og ikki gloyma sær tað áðrenn valið.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava longu verið frammi og vilja neutralisera stemmufiskarí við menningarkvotum. Teir meldaðu út á fiskivinnutinginum í Klaksvík í februar, at verandi menningarkvotur verða gjørdar varandi, men at ongar nýggjar verða útskrivaðar. Tað var eitt taktiskt skilagott trekk, tí tað kann gera, at teir, sum longu hava fingið rættindi, velja Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin fyri at halda uppá rættindini. Soleiðis nýtast teir ikki at søkja umaftur eftir 1, 2, 3 ella 4 ár og møguliga verða vrakaðir tá.

Uttan at vit her skulu veksla fólkatingsatkvøður beinleiðis um til løgtingsatkvøður er líkt til, at hetta trekkið var væleydnað fyri Fólka- og Sambandsflokkin. Bæði í Vestmanna og á Giljanesi gingu teir báðir nógv fram og samgongan samsvarandi aftur.

Men taktikkurin at útseta menningarkvoturnar kann eisini sláa bakk. Í Sandoynni hevur eitt virki í bíðistøðu longu givið skarvin yvir. Tað kann møguliga leggja trýst á til at geva teimum eina kvotu hóast alt, fyri at virkið á tann hátt kann lata uppaftur, men spurningurin er, um ikki skaðin longu er hendur. Ein skelkur sum at 60 fólk missa arbeiðið verður ikki gloymdur, bert við at geva teimum størvini aftur. Men sjálvandi bøtir tað um.

Eitt er so vist. Tað er, at jú longri tíðin verður drigin út, jú meira fara fólk at gita og illgita um orsakirnar. Og at bíða líka fram til valstríðið er eisini at skapa eina gølu, sum lætt kann geva øvutu effektina.

Somuleiðis er vist, at 1-ára loyvini ikki fara at geva optimala úrtøku í ár heldur. Nú er so langt liðið út á árið, og svartkjaftavertíðin er júst nú og endar skjótt, meðan Fiskimálaráðið liggur sjóvarfallið av sær annað árið á rað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Gullbrúdleyp - Julia og Randal
VP: Fútin fer ikki víðari við málinum um…
Norðlýsið á gøtuni
Í Norð­oyggjum góður tokki
Leiðaradagu­rin: Freistin er í dag kl. 12
Steintór Rasmussen, stuttsøgur: Søgunámi…
Syngja jólini inn í Árnafirði
Heimsmál­ini á breddan í Norð­lýsinum
Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi
Amalia Sigurðsson 75 ár
Stórur steinur leyp av Kjølinum í nátt
Føroyska atgongdin til at veiða svartkja…
Roðin – hundrað og ein millión krónur
NSÍ hevur fingið frá grannunum
Berlingske: Kinesiski sendihar­rin hótti…
Bólturin aftur á rull sunnudagin 8. mars
Skopunar Kommuna selur køkin í Heiminum…
Lýsing