Lýsing
Lýsing

Lómarnir í Vatnsdali við unga

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.06.2019 - 11:40 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjárkvøldið vóru vit tríggir, undirritaði, Ásmundur og Hans Hjalti ein túr við tráðuni á vatninum í Vatnsdali í Oyndafirði.

Hetta var seint á kvøldi, beint undan midnátt, nógv toka og tí lítið ljós, hetta gjørdi at myndirnar ikki blivu av teim bestu.

Men sum altíð, tá tú fert út í náttúruna, so fært tú ein ótrúliga góðan túr. Hetta kvøldið fingu vit eina uppliving, sum ongin okkara hevur verið við til áður.

Lómurin vatninum vísti okkum sín nýklakta unga. Tað var bergtakandi at síggja hendan stóra fuglin fjálga um sítt avkom.

Men vit vóru komnir at fiska. Fiskiskapurin gekk so sum so, í hvussu so er frá mínum sjónarhorni. Ásmundur fekk trý góð síl, eg var fýra ferðir fastur í góðum síli, men fekk onki í land, Hans Hjalti fekk heldur onki, so tað var eitt sindur av ugga hjá mær.

Men størsta upplivingin hetta kvøldið var tó tá um midnáttarleitið hoyrdu veingjasuð og ein lómur lendið við nógvari ferð á vatninum. Hann líktist nærmast einum vatnskutara tá hann fór sendandi eftir vatninum. Tá hann hevði tikið ferðina av og steðgaði, sóu vit, at hann hevði ein fisk í nevinum. Hann gjørdi nógv burturúr tá hann var lendur við fonginum, slongdi dúgliga við høvdinum so fiskurin slongdist aftur og fram. Tað sá út sum um at hesin erpni pápin breggjaði sær av góða fonginum.

Áðrenn hesin garpurin var lendur, hevði bøgan lagt seg upp á vatnsbakkan at bøla unganum eina løtu. Men nú kom lív í móður og unga aftur, tey løgdu at svimja ímóti steggjanum at fáa “náttmat”. Hvar steggin hevði verið á veiðuferð vita vit ikki, men onki er at ivast í, at tað var ein sild hann bar maka og unga sínum hesa náttina.

Klokkan var farin væl um midnátt tá vit tríggir fóru væl hýrdir aftur til gongu oman ímóti Oyndarfirði, fleiri ótrúligar hendingar ríkari.

Tað var bóndin, Hans Kristian Abrahamsen, ið vísti mær á fyri tíð síðani, at nógv smá síl vóru í vatndalsvatni og helt at tað gjørdi onki u vit fóru ein túr at fiska nakað burturúr. Men sílini vit fingu vóru sera góð føroysk vatnasíl, kanska ikki av teim allar størstu, men góð.

Eitt annað, vit bitu merki í var, at sera nógv másarov vóru at síggja allastaðni. Hans Kristian bóndi sigur at skúgvurin tekur stóran par av smáfuglunum í Vatnsdali. Eina lógv sóu vit tó.

Um onkur hevur hug at fara at hyggja í Vatnsdalsvatn, ver so ansin ikki at órógva Lómin. Lómurin er styggur fuglur og kann skjótt rýma með alla. Annars segði Hans Kristian Abrahamsen, bóndi, at lómurin hevur 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-…
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið í…
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…