Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: TB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.06.2019 - 07:28 Ítrottur Tíðindi

Sera týdningarmikil dystur fyri KÍ á jóansøku í kvøld.

TB hevur havt eitt gott kappingarár higartil í mun til, hvat væntað var áðrenn kappingina av teimum flestu. TB er leyst frá niðurflyting og hevur í flestu dystunum givið toppliðunum harða mótstøðu og eisini tikið okkurt stig. KÍ hevur síðstu árini altíð fingið stig í Trongisvági, men fleiri ferðir eru dystirnir endaðir við javnleiki og nærum alttíð hevur talan verið um spennandi dystir. Í steypakappingini bleiv KÍ í fjør útsligið júst í Trongisvági.  

Hjá TB hevur toppskjúttin Stefan Radosavljevic leikbann. Men TB hevur fingið svenska Ken Fagerberg frá 07 Vestur í sín hóp, og hann verður møguliga við í kvøld. Hjá KÍ er Óli Ey. Poulsen framvegis skaddur, meðan ivamál er um Jesper Brinck, sum ikki hevur spælt síðstu dystirnar. Flytingarvindeygað er latið upp og Magnus Stamnestrø, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð eru tøkir og í hópinum, um alt gongst sum ætlað. 

 

Dysturin á jóansøku byrjar í kvøld kl. 18.30. Dómari verður Eiler Rasmussen.

 

Seinast dagført: 22.06.19 kl. 11.09

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Gullbrúdleyp - Julia og Randal
VP: Fútin fer ikki víðari við málinum um…
Norðlýsið á gøtuni
Í Norð­oyggjum góður tokki
Leiðaradagu­rin: Freistin er í dag kl. 12
Steintór Rasmussen, stuttsøgur: Søgunámi…
Syngja jólini inn í Árnafirði
Heimsmál­ini á breddan í Norð­lýsinum
Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi
Amalia Sigurðsson 75 ár
Stórur steinur leyp av Kjølinum í nátt
Føroyska atgongdin til at veiða svartkja…
Roðin – hundrað og ein millión krónur
NSÍ hevur fingið frá grannunum
Berlingske: Kinesiski sendihar­rin hótti…
Bólturin aftur á rull sunnudagin 8. mars
Skopunar Kommuna selur køkin í Heiminum…
Lýsing