Lýsing

Nýggjasti summarlesnaðurin til børn og ung

SKRIVAÐ: Silja Aldudóttir  |  22.06.2019 - 10:23 Tíðindaskriv

Nýggjasti summarlesnaðurin til børn og ung er júst komin út á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Millum teirra eru upprunaføroyska bókin ”Marin fær ein lítlabeiggja” eftir Ingun Christensen og tvær bøkur í vælumtóktu bókarøðini um Træhúsið eftir Andy Griffiths og Terry Denton

Sløkkibilurin hjá Flekki

Ein stuttlig og øðrvísi bók við blinkandi ljósi og einum knøtti, sum fær bókabilin at ýla sum ein sløkkibilur. Søgan snýr seg um Flekk, sum fer við abba sínum á sløkkiliðsstøðina. Eric Hill hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 4 síður og til tey 0-1 ára gomlu.

Tað var ikki eg! segði Robinhundur

Myndabókin, ið Alice Lima De Faria hevur skrivað og myndprýtt, snýr seg um eitt evni, sum mong børn kenna aftur. Í barnagarðinum siga tey, at Robinhundur ger fortreð, men hann gjørdi tað ikki við vilja. Myndirnar hava ein serligan stíl, sum bæði er elskuligur og listarligur. Kristianna Poulsen týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 34 síður og til tey 2-4 ára gomlu.

Marin fær ein lítlabeiggja

Hetta er onnur bókin eftir Ingun Christensen um Marina. Fyrra bókin eitur Marin og Hjartavætturin, og Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt báðar bøkurnar. Í hesi bókini hoyra vit um nýggja lívið hjá Marini sum stórasystir og skúlagenta. Vit hitta aftur kulu dadduna Randi, vinkonuna Amaliu, blíðu langommuna og fitta Snar. Beiggin grætur øgiliga illa, hevur klikk í búkinum og verður næstan seldur á Facebook - men tá ið av tornar er hann heimsins fittasti lítlibeiggi. Bókin er innbundin, 56 síður og til tey 5-8 ára gomlu.

Træhúsið í 39 hæddum og Træhúsið í 52 hæddum

Hetta eru triðju og fjórðu bøkurnar í væl umtóktu træhúsarøðini eftir Andy Griffiths og Terry Denton. Bøkurnar snúgva seg um dreingirnar Andy og Terry, sum eiga heimsins størsta og ótrúligasta træhús, sum fær fleiri og fleiri hæddir við fleiri og fleiri ørum uppfinningum. Bøkurnar hava nógvar myndir og fanga mong børn, ið vanliga ikki tíma at lesa. Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bøkurnar eru heftar, 330 síður og til tey 9-12 ára gomlu.

Hjartastormur

Uppliva dreingir og gentur forelskilsi á sama máta? Sama søga verður søgd bæði úr sjónarhorninum hjá Stormi og Viólu í hesi bókini. Søgan nertir við alt millum himmal og jørð, sum hevur við tannáringalívið at gera. Bókin er vakurt myndprýdd í teknirøðsstíli. Annette Herzog hevur skrivað, og Katrine Clante og Rasmus Bregnhøi hava myndprýtt. Guðrið Rubeksen týddi úr donskum. Bókin er heft við klaffum, 120 síður og til ung.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…
Dómarafeilur avgjørdi dystin
Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarræ…