Lýsing

Dugnasemi skal lønast og ikki revsast

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir  |  22.06.2019 - 14:00 Politikkur Tíðindi

Tað vildi til dømis als ikki komið uppá tal at bundið eitt 5 kilo lodd uppí ein góðan svimjara ella rennara, tí hann var skjótari enn hinir.

Snarrøða, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir helt úti í Grøv longsta dag, har skipað var fyri tvørpolitiskum tiltaki.

Gott kvøld øll somul.

Tað er mær ein stórur heiður og gleði at  standa her í hugnaliga umhvørvinum úti í Grøv.  Veðrið higartil í summar kundi tó havt verið betri.  Tíbetur eru vit soleiðis innrættaði at vit liva í vónini.   

Símun av Skarði sigur, at starin er so vorðin, at vónin er hans alt. 

Vit eru sum starin og liva í vónini um, at summarið fer at koma. Tað verður sagt, at Símun av Skarði brùkti staran til at lýsa syndarligu støðuna á Skarði, tá ólukkan rakti Skarð í 1913.

Vónin var teirra alt. 


Eftirsum vit standa her úti í Grøv, so er tað hóskandi og stuttligt at hugleiða eitt sindur um svimjihylarnar her. Teir eru dømi um framtakshug.

Stóri svimjihylurin er nevniliga fyrsti svimjihylur, sum er gjørdur í Føroyum, Hann bleiv gjørdur í 1905.

Hyljarnir blivu brúktir heilt fram til 1974, tá Føroya fyrsta svimjihøll lat upp, eisini í Klaksvík. Og var hetta beint við sìðuna av Føroya fyrstu ìtróttarhøll. Og skamt harfrá lá Føroya fyrsti tennisvøllur.

Sum á ítróttarøkinum, so hava norðoyingar og klaksvíkingar eisini ligið í oddinum á fiskivinnuøkinum.

Øll kenna vit skipini á Vánni og hesi eru prógv um áræði og framtakshug.

Men søgan hevur prógvað, at tað ikki altíð hevur gingið væl í hond, og at tað kostar bæđi so og so.

Eldsálir og undangongufólk, sum hava áræði, og eru fús til verka, eru gull verd. 

Skulu vit fáa eitt vinnaralið í dag, er hartil eisini neyðugt við góðum tryggum kørmum, uttan óneyðugar forðingar.

Sum á tí ítróttarliga økinum, so skulu forðingar heldur ikki leggjast fyri okkara framtakshugaðu vinnulívsfólk.

Tey skulu jú gera seg galdandi í alheims høpi, og hava tí tørv á tryggum kørmum.

Tey skulu lønast fyri sín framtakshug og dugnaskap, og ikki revsast.

Tað vildi til dømis verið óhugsandi at revsa eitt gott ítróttarlið, tí tað kláraði seg ov væl.

Tað vildi til dømis als ikki komið uppá tal at bundið eitt 5 kilo lodd uppí ein góðan svimjara ella rennara, tí hann var skjótari enn hinir.

Eisini hevði verið óhugsandi og órættvíst at tikið eina ár frá einum góðum róðrarbáti til næsta róður,  tí teir róðu ov skjótt.

Dugnasemi skal lønast, og ikki revsast.

Tað skapar framburð til okkum øll ì sìðsta enda.

Vil enda við at ynskja okkum øllum eitt gott framtakshugað summar.

Gud signi mítt føðiland Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…
Dómarafeilur avgjørdi dystin
Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarræ…