Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis spyr um Smyril

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  24.06.2019 - 11:30 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Grein 52 a fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum.

1: Hvør er orsøkin til politisku avgerðina um at lata Smyril sigla ein túr minni enn vanligt Jóansøkuvikuskiftið?
 
2: Hvussu verjir politiski myndugleikin avgerð sína um at taka túrin sunnumorgunin 23. juni frá suðringum, og harvið forða ferðslumøguleikum hjá teimum, ið t.d. skuldu av landinum?
 
3: Fer politiski myndugleikin at rinda teimum, sum komu illa fyri av broytingini, tað hendan broyting kostaði teimum (jvf. tað, ið flogfeløg noyðast at gjalda fyri seinkaðar ferðir v.m.).
 
4: Metir politiski myndugleikin, at tað, ið gjørt varð móti suðringum um vikuskiftið, bøtir um umstøður teirra at búleikast í oynni? 
 
 
Viðmerkingar:
 
Fyrst í mei vóru allir politisku flokkar umboðaðir á stevnu í Salt á Tvøroyri, har høvuðsevnið var, hvussu vit kunnu veita íbúgvunum í Suðri somu sømdir sum í restini av landinum. Hetta fyri at bøta um møguleikarnir fyri livilíkindum í hesari vøkru oyggj okkara.
 
Høvuðsniðurstøðan varð, at vit mugu finna og taka burtur allar forðingar og geva oynni, og teimum sum har búgva, somu møguleikar sum restini av  føroyingum dagliga njóta.
 
Árliga jóansøkustevnan varð í ár hildin á Tvøroyri. Eins og vanligt leitaðu fólk í hópatali sær til Suðriar, heili 1800 ferðafólk segðist Smyril at flyta bara fr.dag og leygarmorgun. So hendir tað margháttliga, at ístaðin fyri at seta eykatúr inn á leiðina, fyri at lætta um hjá gestum og fastbúgvandi, so verður ein heilur túrur tikin burtur. Og her var ikki talan um nakran hissini túr, men morguntúrurin av oynni sunnumorgun, sum jú er álitið hjá teimum suðringum, sum skulu av landinum hendan dagin.
 
Útisiglarar, fólk, sum starvast í øðrum londum og slík, sum í øðrum ørindum skuldu av oynni sunnumorgunin, hesi høvdu ongan annan møguleika enn at bróta jóansøkuhaldið av, halda av oynni leygarkvøldið, finna sær innivist norðanfjørðs, ella útseta ferðina, við tí kostnaði tað kann bera við sær.
 
Jenis av Rana
løgtingslimur fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB