Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis spyr um plástdálking

SKRIVAÐ: Jneis av Rana  |  24.06.2019 - 12:30 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Grein 52 a fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í heilsu- og umhvørvismálum.

Havnin h. 20. Juni 2019

Er tað rætt, sum fjølmiðlarnir siga frá, at onki av teimum 11 uppskotunum, sum umhvørvisstovan mælti til at seta í verk fyri at basa  plastdálking, enn eru sett í verk?

Viðmerkingar:

Umhvørvisstovan lat h. 4. mars í ár landsstýriskvinnuni eitt tilmæli við 11 konkretum uppskotum um, hvussu Føroyar kunnu minka plastdálkingina. Tá metti landsstýriskvinnan, at alneyðugt var beinanvegin at seta tiltøk í verk fyri at minka um burturkastið av plasti.

Í einari kanning herfyri kom fram, at 74% av súlunum í Mykinesi hava plast í teirra reiðrum, men hóast súlan í Mykinesi soleiðis rópar varskó,  so má hon brynja seg við toli, tí sambart fjølmiðlunum er, hóast lyftini frá landsstýriskvinnuni, onki konkret enn hent í málinum.

Flestu av grannalondum okkara hava fyriskipanir um átøk til minking av plastdálking og í tilmæli sínum mælir umhvørvisstovan til, at vit taka til okkum tær loysnir teirra, sum passa til okkara viðurskifti og annars finna egnar loysnir, har tørvur er á tí.

Vørur úr plasti, sum verða brúktar í Føroyum, eru í stóran mun tær somu, sum í okkara grannalondum, og verður meginparturin innfluttur. Eisini líkist burturkastið, sum er tikið upp á føroysku strondunum í sambandi við strandarudding tí, sum er funnið í okkara grannalondum- og ein stórur partur av hesum er plast.

Sagt verður, at plast verður niðurbrotið sera seint í náttúruni, mjólkapakkar, sum hava plast í sær, upp á tvey ár, nylon upp á 30 – 40 ár og plastposar og plastfløskur o.a. upp á 4 – 500 ár. Men veruleikin er, at plast í náttúruni als ikki verður niðurbrotið, men verður við tíðini pettað sundur av veðri og vindi til smærri og smærri petti, og verður at enda til mikroplast, t.e. smáir plastbitlar, minni enn 5 mm. 

Plast í náttúruni ávirkar umhvørvið, bæði uppi á landi og á sjónum. Serliga á sjónum kann plast ávirka bæði smærri og størri dýr. Kunnleikin til, at plast í náttúruni er ein umhvørvistrupulleiki, er lutfalsliga nýggjur, og er vitanin um trupulleikan enn avmarkað. Um allan heim verður tí granskað í hesum máli, sum flestu lond síggja sum ein av størstu trupulleikunum, mannaættin má loysa. Men her heima tykist tíverri sum politiski myndugleikin, eisini í hesum máli, svevur sín søta blund.

Jenis av Rana

Løgtingslimur fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda