Lýsing

Lítið er til av skúgvi

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  25.06.2019 - 10:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Mikkjal á Ryggi í Fuglabókini, sum kom út í 1951. Ikki kann tað sama sigast um skúgvin í dag. Norðlýsið hevur verið ein túr uppi á Svínoynni, har sýnast fleiri hundrað skúgvar at hava góðar dagar.

Vit tríggir, Ásmundur bróður og Hans Hjalti Skaale fingu tyrlumanningina at seta okkum ovast uppi á Svínoynni tætt vestanfyri Hoyskoragjógv við Høvdavatn sunnarlaga á Svínoynni. Ætlanin var at troyta vøtnini á oynni fyri vatnasíl, men meira um tað  seinni.

Helst fleiri hundrað pør

Tað var ógvusliga nógvur skúgvur uppi á oynni, vit mettu at har mundu vera fleiri hundrað pør og enn vóru ungarnir ikki útkomnir.

Skaðiligur fyri bjargafuglin

Um skúgvin sigur Mikkjal á Ryggi, millum annað,  fyri skjótt 70 árum síðani: Sum kjógvin er eftir ritu, er skúgvurin eftir likku, eltir hana, snittandi og snarandi, inntil hon má spýggja. Men kemur tá ein flokkur av ritum og ternum eftir honum, so má hann skunda sær at flýggja. Og ikki er hann snúligari enn so, at kjógvin tuskar hann av. Úr sjónum fær hann sær seið og sild. Fyri bjargafuglin er hann skaðiligur, helst fyri lundan, tekur bæði egg og fugl…

Nýttu eggini at blaka fyri seyð

Víðari sigur hann fyri 70 árum síðani: Lítið er til av honum. … Áður átti hann nógvu í Føroyum. Søgn er, at í støðum var hann so tættur, at fjallmenn stundum, tá ið um ráddi, nýttu eggini til at blaka fyri seyð. - Í summum bygdum beinskerdu teir ungarnar og tóku teir so - mangar túsund í tali - tá ið teir vóru fullvaksnir og feitir. Men fyri skaðan, hann gjørdi í bjørgunum varð roynt at avoyða hanjn, og tað eydnaðist teimum so, at um ár 1900 vistu teir bara 4 pør vera eftir - í Skúvoy, Stóru Dímun, Svínoy og Saksun.  Tá friðlýstu teir hann, og nú er hann væl afturnørdur…

Meira gras

At enda sigur Mikkjal á Ryggi um skúgvin: Tað sigst eisini, at í teimum høgum, sum hann áður átti mestur, skóru teir meiri seyð tá, enn teir skera nú. Har, sum fuglur, ið føðir seg av sjónum, eigur nógvur, verður altíð nógv gras

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons