Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðingar mugu velja løgtingslimir sum veruliga umboða Norðoyggjar

SKRIVAÐ: Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð  |  25.06.2019 - 19:10 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Síðan tey sjey løgtingsvaldømini, yvir nátt, vórðu avtikin av einum smølum meiriluta á løgtingi, er umboðanin hjá Norðoyggjum á tingi blivin alsamt veikari og fremmand fyri okkara egna landsparti. Hetta mugu vit, norðoyingar, broyta til komandi løgtingsval, og tað gerst einans við, at lokalu valfeløgini stilla upp, og norðoyingar velja fólk, sum veruliga umboða og verja øki okkara.

Míni átta ár sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu upplivdi eg eitt samanhald og ein vilja tvørtur um øll mørk – politisk, hugsjónarlig og menniskjalig – millum allar týðandi aktørar her í Norðoyggjum, býráðslimir og teir politikarar, sum tá umboðaðu Norðoyggjar á Føroya Løgtingi.

Hetta samanhald og lokali samleikin gjørdi, at vit tá kundu sita saman og hava óformlig kaffiprát um felags hjartamál okkara, sum fyri mítt egna viðkomandi var og ikki minni í dag er Norðoyggjar – at her skal framburður, sjálvræði og samanhald ráða.

Tá sum nú kundu vit sjálvandi vera ósamd um eitt og annað, men tá tað kom til álvarsmál fyri Norðoyggjar, sum hóttu okkara støðu og styrki, okkara arbeiðspláss og stovnar, okkara frælsi og rættindi – ja, tá støðu øll saman um at verja borg.

Tí fellur tað mær fyri bróstið at uppliva ta gjógv, sum seinastu tíðina er íkomin millum týðandi aktørar her í Norðoyggjum, býráðslimir og teir politikarar, sum í dag umboða Norðoyggjar á tingi.

Øll siga seg vilja Norðoyggjum væl, og tey meina tað ivaleyst, men hjartað tykist ikki vera á sama staði longur. Henda spjaðing forðar í øllum førum fyri tí sterka samanhaldi, sum áður ráddi her í Norðoyggjum, og tað hóttir øki okkara, um vit vilja tað ella ikki.

Tað er so populert hjá summum at geva sær sjálvum heitið landspolitikarar, men øll vita, at eingin persónur er 100% óheftur – øll hava ein uppruna, ein heimstað, sum hjartað bankar serliga hart fyri – tað er einki meira nátúrligt enn tað.

Síðan løgtingsvaldømini, yvir nátt, vórðu avtikin av einum smølum meiriluta á Føroya Løgtingi, er umboðanin hjá Norðoyggjum á tingi blivin alsamt veikari og fremmand fyri okkara egna landsparti.

Hetta mugu vit, norðoyingar, broyta til komandi løgtingsval, og tað gerst einans við, at lokalu valfeløgini stilla upp, og norðoyingar velja fólk á ting, sum veruliga umboða og verja øki okkara.

 

Steinbjørn O. Jacobsen

Býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør