Lýsing
Lýsing

Ein ótrúliga flottur sílatúrur

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  25.06.2019 - 23:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vit vóru tríggir, Hans Hjalti Skaal Ásmundur Joensen og undirritaði, ið høvdu gjørt av at fara ein túr upp á Svínoynna til vøtnini har at royna, um síl vóru at fáa og at síggja hvørjum standi tey vóru í.

Vit fingu vælvild frá tyrludeildini hjá Atlantsflog. Fóru av Klaksvík um trýtíðina sunnudagin í dýrdarveðri og tyrlan setti okkum dygst við Høvdavatn einar 400 metrar uppi á Svínoynni.

Har var ótrúliga vakurt. Ikki minst var stuttligt hjá okkum trimum, sum so mangan hava loftið út fyri Svínoynni, bæði við snøri og byrsu at síggja okkara leiðir av hesum stað.

Vatnið vit vóru settir við var ikki stórt, á stødd við smá føroysk vøtn. Har var grunt. Vit royndu bæði við flugu blinki og spinnara, Men tað gav onki.

Gingu síðani nakað inn eftir, ella kanska eitur tað heimeftir fram við Hoyskorsgjógv og yvir á vatnið á Skúvaskarði. Hetta sýntist at vera upp aftur grynri enn Høvdavatn. Vit royndu eisini her góða løtu, allir tríggir, men vit hvørki fingu ella føldu. Tó var lív í vatninum okkurt í líktist marflugum sveimaði í vatninum,

Hagani yvir um Mýrarnar til vøtnini við Grønu fløtu. Har bar til. Har eru tvinni vøtn sum síl eru í, annað er longri og grynri ímeðan hitt er djúpari. Tey liggja tøtt síð um síðu. Her fingu vit 10 síl í alt. Vit tóku bara trý við okkum. Støddin var sum á vanligum føroyskum vatnasílum, um 30 sentimetrar. Men tey vóru ikki feit.

Stuttligt var tó at síggja, hvussu tey ótu mýggjabitar hetta sunnukvøldið. Sólin bakaði og nógv lív var í vatninum. Tað at sílini ikki vóru so feit enn kemst helst av sera kalda várinum vit hava havt í ár og so at tey liva her uppi í nærum 400 metra hædd. Vit kannaðu ikki magan nærri, men eitt av sílunum hevði hvítar blettir á tarmunum, hvat tað so var.

Vit gingu eitt sindur víðan um, og dagurin var nú farin at halla, klokkan nærkaðist midnatt. Nú bleiv avgjør at leggja á Mannakarð og oman Kisturnar og oman í bygdina. Upprunaliga høvdu vit ætla at tikið Rituna aftur sama kvøld, men uppi á hæddunum á Svínoynni var so vakurt og forvitnisligt, so nógv at fáa við, at vit vildu metta okkum av øllum vakurleikanum nú vit vóru komnir her og ikki at lata klokkuna órógva okkum.

Innivist fingu vit í Gamlagarði Har Eyðun tók ímóti og væl nøgdir og eina ríka uppliving á degnum tørnaðu vit inn um tvey tíðina náttina til mánadagin.

Niðanfyri nakrar myndir frá túrinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-…
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið í…
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…