Lýsing
Lýsing

Kapitalur, vinna, mentan og íverksetan

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  26.06.2019 - 08:48 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Í okkara viðbrekna landi, hongur so gott sum  alt enn á, hvat kemur úr víðum havi og úr alibrúkum, tá talan er um beinleiðis avleiddar vinnur, útbúgving, mentan, vælferð, almanna- og heilsuvirksemi

Íverksetan krevur kapital, kapitalur sum onkur hevur skapt av virkisfýsni og áhaldni við hepni og dugnaskapi, oftast í eini frumvinnu til útflutnings á sjógvi og á landi. Seinni árini hava vit sæð nýggjar vinnur, sum tó eru í avmarkaðar í stødd. Haðani verða aftur skaptar nýggjar íverksetanir, stuðul til útbúgving og mentan, grundarlag fyri vælferð í heilsu- og almannavirki í ymiskum hami. Hetta er ein heildarmenning!

Her er tó langt frá alt sagt, tá talan er um at yvirliva.

At vinnan og virkir fáa møguleika til at upparbeiða kapital og støðuga konsolidering er menning í framtíðina  uttan at politiska skipanin ger seg inn á hesi við tyngjandi skatta- og avgjaldtrýsti, sum longu er ov høgt!

Núsitandi landsstýri er gramt eftir “enn ófiskaðum” avlopum í fiskivinnuni fyri at hava nakað at býta út. Hugsi um orðini hjá Donald J. Trump – áðrenn hann gjørdist forseti -: “The point is that you can’t be too greedy”! Nú er Tump ikki júst maðurin, sum fær besta skoðsmál frá politikarum her á landi - men ikki heilt ólíkir!

 

Avleiddar vinnur

Havi hugt eftir fyritøkum í Klaksvík, seks í tali av fleiri. Hesar hava hava um tveyhundrað starvsfólk og sum beinleiðis umboða  avleiddar vinnur knýttar at ali,-fiski- og sjóvinnuni, sum í løtuni tykjast at hava nóg mikið at gera. – Her er eitt gott dømi, um at alt hongur saman sum ein heild.

Ali-, fiski og sjóvinnan skulu hava framgongd, og leggja nakað veruligt eftir seg til nýíløgur og nýhugsan, serliga nú góðar tíðir eru, sum koma  av nátúrugivnum tilfeingi,  Hetta ger, at tænstuvinnan hevur tað gott. Tertiera vinnan klárar seg vanliga við skatta- og avgjaldshækking.

 

Ymiskar vóru tíðirnar

Verður hugt eftir vunnum og svunnum kapitali í farnum árum, kunnu vit taka onkur hissini dømi, eitt nú,  tá “fyrra  svartkjaftavinnan” tók seg upp í 1980unum,  skuldi verða “eydnan”,  tey meira enn hálvthundrað alibrúkini, og so  serliga úti í heimi tá hópin av kapitali var settur í KT-vinnuna o.s.fr. Øll hesi átøk skuldu verða “eydnan”. Ja, fyri onkran var hetta hampuliga gott, men flestu liðu risa tap sum dagarnir gingu við meiri svunnum enn vunnum kapitali. – Men so seinni bragdaði!

Soleiðis hevur vinnan verið og soleiðis er og verður hon, tað eiga politikarar eisini at gera greitt  - eisini  núsitandi landsstýrið. Tíverri hevur hetta ikki verið tikið í nóg stórum álvara, eisini tí tíðirnar og innløgan í fiskivinnuni hava verið so góðar við serliga rúgvusmiklum tilfeingi.

 

Tá grundarlagið helt

Fyri nøkrum árum síðani las eg bókina:”75 ára minnisrit P/f  N. J. Mortensen 1911-1986”, skrivað av Hans Thomsen.  Hendan megnar fyritøka, sum ídag er 108 ára gomul, sum var við at seta Suðuroynna fremst í føroysku menningini við íverksetan og nýhugsan, hagar føroyingar ferðaðust fyri at fáa arbeiði til at breyðføða síni. Har er skrivað mangt áhugavert. M.a. stendur: “Í gerðabókini hjá partafelgnum sæst, at felagið í 1933 og 1934 hevði yvirskot, hóast ringu tíðirnar, sum tá vóru , men í 1935 er øðrvísi, tí tá er undirskotið 70.000 kr., og aftur í 1936 er undirskotið 45.000 kr. Hesi bæði árini tykjast sostatt at hava verið tey ringastu av teimum soltnu 30-árunum, men í 1937 fer at kvinka uppeftir aftur , tí tá er 20.000 kr. í yvirskoti, og eisini í 1938 og 1939 er yvirskot á víkavist 13.000 og 38.000 kr.  ...... Partafelagið megnaði sostatt, hóast stórt hall sumi ár at koma heilskapað gjøgnum tey ringu kreppuárini í 1930-unum”.

Síðani verður sagt: “ Hevði tað verið eitt veikari felag, kundi tað lættliga farið av knóranum....”! – Eitt felag við serliga áhugaverdari søgu!

 

Nógv at loysa hjá

komandi landsstýri

Tað er hetta eitt komandi landsstýri skal leggja sær í geyma, at neyðugt er við sterkum væl konsolideraðum fyritøkum, sum sleppa at leggja væl eftir seg uttan at verða tyngd og trýst av, at politikarar eru ov grammir.

Hetta fer at tæna bæði vinnuni, avleiddum vinnum og okkum sum annars liva í kjalarvørrinum í mentan,  útbúgving, ný-íverksetan, almanna- og heilsuvirksemi og mongum øðrum.

Gevið okkara høvuðsvinnu og avleiddum vinnum  góðar, enn betri og tryggari og mennandi umstøður, so liva vit øll væl og setið hesar høgt í virði og huga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…