Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er politiskur vilji ber alt til

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.06.2019 - 09:57 Lesarabrøv Politikkur

Vit hava júst sæð hvussu lætt tað var at taka 800 mió. kr. úr peningarenslinum hjá landskassanum at lata útlendskum bankum. Havi frætt at landskassin “sparir” 18 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum.

Og hóast landskassin flýtur yvir av pengum frá vinnuni í norðoyggjum og norðurøkinum og prýðiligar almennar glasborgir spretta sum hundalond, verða ongar almennar íløgur gjørdar í Klaksvík uttan at býráði í Klaksvík ella skattgjaldarin í Klaksvík rindar í minstalagi helvtina sjálvur.

Nú landskassin í einum sendir so stórar upphæddir av skattapeningi til Hollands og Týskland at arbeiða er tað merkisvert hvussu líkaglað politiska skipanin er.

Eingin spyr um ikki ov nógv er tikið inn frá okkum skattgjaldarum nú skattapengar í stórum verða sendir av landinum.

Er eingin vilji at brúkt peningin sum íløgu í føroyska heilsuverkið ella undirstøðukervið her á landi??

Kanska onkur gamal kommunistur í høvuðsstaðnum svarar, tí teir siga seg hava meira skil fyri slíkum enn eg.

Nú politiska skipanin svimur í almennum pengum hevur politiski sjónarkringurin ongantíð verið so skerdur.  Størsta politiska stríðsmálið, sum av og á fær politiska viljan upp at blása, er um hvørt landskassin skal byggja ein motorveg ella tunnil undir bólgnandi húsabyggingini, sum er kring almennu glasborgirnar í høvuðsstaðnum? Ráðandi politiski viljin sigur at tunnilin undir Hoyvíkini mugu allir borgarar í landinum gjalda tí ríkasta kommunan í landinum, sum á hvørjum árið ger størri íløgur enn landskassin, hevur ikki ráð til hesa "alneyðugu" íløgu.

At landskassin hevur ráð at senda 800 mió. kr. av føroyskum skattapengum til Hollands og Týskland at arbeiða bert fyri at onkur kann flagga við Merkinum gevur eina greiða ábending um hvussu lítlan áhuga landsins leiðarar veruliga hava fyri støðuni hjá størsta partinum av fólkinum í landinum og serliga støðuni hjá fólkinum, sum býr úti um landið.

Skal okkurt gerast í norður- ella suður- ella vesturøkinum, eru landsins leiðarar fúsir at koma á vitjan við høvuðsstaðarpressuni í hølunum og meðan teir halda í hondini á fólki hyggja teir til himmals og tosað um neyðugar politiskar raðfestingar og tolsemi.

Jú - tað niðurlagi duga tey sera væl í miðstaðnum.

 

Bara Havnin hevur týdning

Nú fólkatingsval hevur verið og løgtingsfólk  eru send í summarfrí til løgmaður útskrivar val á Ólavsøku verður einans tosað um at vinna "slagið um Havnina" í politisku flokkunum.

Við tí eina valdøminum hava atkvøðurnar uttan fyri Havnina mist allan týdning fyri politisku flokkarnar, hóast 58% av fólkinum býr uttan fyri suðurstreyma økið sambært føroyska hagtalsgrunninum.

Og avleiðingarnar av serføroysku nalvaskoðanini síggjast allastaðni, frá fiskivinnupolitikkinum til ferðamannapolitikkin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum