Lýsing

Ein sílatúrur til Íslands

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.06.2019 - 00:27 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Nakrir vinmenn úr Klaksvík hava verið í Íslandi og fiska síl. Til samans munnu vit hava verið umleið 10. Tó hava ikki allir verið við hvørja ferð. Nú vit fóru við Norrønu 26. í hesum, vóru vit bert tríggir.

Tað er við ymiskum fortreytum at menn fara til Íslands at fiska síl. Summi fara á laksaveiðu, og í flestum førum er tað ein sera kostnaðarmikil uppliving.

Vit vildu tó vísa, at tað ber til at fara ein túr við Norrønu yvir til landið við teim stóru sílunum, stóru bleikjunum og vælvaksnu laksunum, uttan at tað skal kosta so ótrúliga nógv.

Hesaferð fara vit tríggir at leggja út á Norðlýsið um okkara ferð. Vit eru byrjaðir við at gjalda eitt veiðiloyvi til 34 ymisk vøtn. Til tað hava vit goldið góðar 400 krónur.

Í dag brúktu vit tó ikki veiðikortið, tí í staðin fyri at fara á vøtnini at fiska, hava vit fiska á sjónum. Vit komu so seint til Akureyrar, at vit gjørdu av at fiska á sjónum og tað hevur givið okkum tvey síl. Tað ber væl til at fiska á sjónum í Íslandi uttan at tað kostar eitt oyrað. Reglan er bara, at tú skal halda teg 100 metrar frá áarósum.

Tað var tó við blandaðum kendslum at vit fóru frá Føroyum, tí veðrið har var ótrúliga gott, men vit fingu ein sera góðan túr yvir umborð á Norrønu har blíðskapurin var góður og her liggur hitin um 15 stig í kvøld.

Meira frá túrinum í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons