Lýsing
Lýsing

Prógvhandan fyri pisunum á Tøknibreytini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.06.2019 - 12:00 Myndarøð Tíðindaskriv

Í gjár var prógvhandan úti í Grøv; veðrið var av tí allar besta, og nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini.

Klaksvíkar Hornorkestur spældu nøkur løg, og Helma Maria Tróndheim helt røðu. Eli Syderbø, næmingur, helt næmingarøðuna fyri pisurnar.

Síðani var boðið til kaffi og køkur á TSK, har Victoria Absalonsen, lærari í føroyskum, segði nøkur orð.

Olgar Fuglø fekk handað heiðursprógv, blómur og gávukort fyri besta prógvið á Tøknibreytini. Harumframt fekk Torkil Eyðunsson Lisberg heiðurin sum hjálpsamasti næmingur.

Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.

Á floksmyndini síggjast pisurnar og frá vinstru á aftaru rað síggja vit: Jógvan Terjason Poulsen, Gestur Ákason, Fríði Elisson, Ivan Josephsen, Mikkjal Petersen, Dávid Danielsen, Olgar Fuglø, Torkil Eyðunsson Lisberg, Sjúrður Poulsen.

Á fremru rað frá vinstru síggja vit: Jógvan Østerø, Tórur Williamsson, Mattias Kjær, Oddur Joensen, Bjarni Bogason Vinther, Edna Jakobsen, Eli Syderbø, Teodor Jacobsen, Jákup Flóvinsson, Pætur av Reyni Jakobsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-…
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið í…
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…