Lýsing
Lýsing

So effektivt drenar landsstýrið Norðoyggjar fyri vinnuligt avlop

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen  |  29.06.2019 - 15:29 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Eitt av vinnuligu lokomotivunum í Norðoyggjum, JFK-samtakið, hevði í fjør eitt samanlagt avlop á 66 mió. kr., men við ovurstórum veiðugjøldum og uppboðssølum á 63 mió. kr. inn í landskassan hava Tjóðveldi, Javnaður og Framsókn syrgt fyri at drena JFK fyri allan vinning í 2018.

Avleiðingarnar av hesum verða álvarsamar fyri Norðoyggjar.
 
Fyri tað fyrsta við færri lønarútgjaldingar og keyp av tænastum frá hjávinnum í lokalsamfelagnum.
 
Færri lønir og inntøkur til hjávinnur í lokalsamfelagnum skerjir eisini inntøkur og keypiorku hjá hesum persónum og fyritøkum.
 
Fyri tað annað setur hetta - um tað sleppur at halda fram - ein ræðandi effektivan stoppara fyri, at JFK kann gera nýíløgur.
 
Harumframt fær hetta sera óhepnar avleiðingar fyri Norðoyggjar, tí uttan avlop fer JFK-samtakið framyvir ikki at kunna viðvirka til og luttaka í nýggjum, mennandi virksemi í lokalsamfelagnum, so sum JFK so mangan hevur gjørt.
 
Ístaðin verða hesar tíggjutals mió. kr. drenaðar úr fyritøkuni og inn í landskassan at brúka til almennan rakstur, almennar lønir o.s.fr.
 
Hóast JFK-samtakið hevur sent út tíðindaskriv um hesi viðurskifti, so hevur almenna kringvarpið ikki gjørt serliga nógv burtur at lýsa álvarsemið í hesum.
 
Henda fyri Norðoyggjar so skaðandi nýskipan hjá Tjóðveldi, Javnaðinum og Framsókn kann á ongan hátt kalladt vinnupolitikkur, men er í roynd og veru ein vinnuoyðing, sum má steðgast sum skjótast.
 
Góðu norðingar, vit mugu ikki lata hesa hóttandi gongd halda fram.
 
Fólkaflokkurin er bæði tilreiðar og hevur styrkina til at broyta hesa kós, um vit fáa álit veljarans til tað á komandi løgtingsvali, og sjálvur eri eg fúsur at brúka mínar politisku royndir til, at hetta skal eydnast.
 
Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…