Lýsing

Klaksvíksingur prestur í Hvalvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  29.06.2019 - 15:36 Mentan Tíðindaskriv

Jákup Erlingsson Petersen, virkandi sóknarprestur, er innstillaður sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík

Umsóknarfreistin til tvey bæði embætini sum sóknarprestur í Norðstreymoy var úti á middegi tann 17. juni. Til kallið í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi vóru fýra umsóknir. Tríggir umsøkjarar vóru áhugaðir í kallinum eystanfyri.

Nú hava kirkjuráðini innstillað og valt sær komandi sóknarprestin.

Maria Summers við Skipá, gudfrøðingur, er innstillað sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Vestmanna.

Jákup Erlingsson Petersen, virkandi sóknarprestur, er innstillaður sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.

Ætlanin er, at tey bæði taka við kallinum 1. september. Ætlanin er, at Maria Summers við Skipá verður prestvígd í Dómkirkjuni 25. august.

Tað eru kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið innstilla sóknarprestin. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, og dómprósturin skipar prestin í embætið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons